VIDEO: PSG vann seg víðari saman við Botafogo (HM fyri felagslið)

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystunum Seattle Sounders-Paris Saint Germain 0-2 (0-1) og Botafogo-Atletico Madrid 0-1 (0-0)

Mynd: Ritzau Scanpix

Tað blivu evropeisku meistararnir, Paris Saint Germain og brasilska liðið, Botafogo sum vunnið seg víðari til fjórðingsfinalurnar úr innleiðandi bólki B í HM fyri felagslið.

 

Atletico Madrid endaði á sama stigatali sum PSG og Botafogo, seks stigum. Men Atletico skoraði eitt mál ov lítið í dystinum móti Botafogo. 1-0 sigursmálið hjá Antoine Griezmann var ikki nóg mikið hjá Atletico. PSG í sínum lagi legði aftrat sínum góða málmuni við at vinna 2-0 á Seattle Sounders. Seattle endaði aftast í bólkinum við ongum stigi. 

 

Bara 23.000 áskoðarar vóru á Rose Bowl leikvøllinum í Pasadena í Kalifornia fyri at hyggja eftir avgerandi dystinum millum Atletico Madrid og Botafogo. 69.500 tóm setur vóru. Ein sonn marra fyri leiðsluna í FIFA.

 

50.600 áskoðarar vóru á Lumen Field leikvøllinum í Seattle til dystin millum Seattle Sounders og PSG. Har vóru "bara" 21.400 tóm setur til dystin. 

 

Botafogo-Atletico Madrid 0-1 (0-0)

0-1 Antoine Griezmann (87.)

 

Seattle Sounders-Paris Saint Germain 0-2 (0-1)

 

0-1 Kvicha Kvaratskhelia (35.)

 

0-2 Achraf Hakimi (67.)

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Seattle og PSG:

 

##med2##

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Botafogo og Atletico Madrid:

 

##med3##

 

Mynd: Ritzau Scanpix