Trump takkar Iran fyri at hava fráboðað álopið

- Iran hevur skotið 14 rakettir eftir amerikanskari herstøð í Katar, harav 13 vórðu skotnar niður, og ein slapp at fara, tá hon ikki var ein vandi fyri nakran, sigur amerikanski forsetin

Á sínum egna sosiala miðli - Truth Social - ger amerikanski forsetin viðmerkingar til iranska álopið á amerikansku herstøðina í Katar í kvøld.

 

- Iran hevur alment svarað upp á okkara oyðilegging av teirra kjarnorkuskipanum við einum sera veikum svari, skrivar Donald Trump.

 

Hann vísir á, at aftursvarið úr Iran varð væntandi, og at álopið effektivt varð víst aftur. 

 

- Iran hevur skotið 14 rakettir, harav 13 vórðu skotnar niður, og ein slapp at fara, tá hon ikki var ein vandi fyri nakran.

 

Forsetin sigur, at hann er fegin um, at eingin fekk skaða í álopinum og sigur, at herstøðin heldur ongan skaða hevur fingið av týdningi.

 

Donald Trump takkar eisini Iran fyri at hava fráboðað álopið í góðari tíð, soleiðis at einki mannalív fórst - og ei heldur nakar fekk løstir.

 

Nú vónar forsetin, at Iran hevur "fingið alt út úr systeminum", sum hann tekur til og leggur upp til, at Iran og Ísrael nú fara at arbeiða móti friði í økinum.