Sáttmálin um ruskinnsavning í Tórshavnar kommunu gongur út 30. september 2026, og tí verður arbeiðið nú bjóðað út av nýggjum.
Tað sigur Tórshavnar kommuna, sum skal hava nýggj tilboð í seinasta lagi mánadagin 4. august 2025 klokkan 13.
Ruskinnsavningin fevnir í høvuðsheitum um hesi øki:
Húsarhaldsburturkast
- Innsavning av húsarhaldsburturkasti í plastruskposum frá øllum húskjum í kommununi, og í hesum sambandi eisini bingjum frá privatum húskjum
- Útbering av húsarhaldsposum í rullum 2 ferðir um árið til øll húski í kommununi
- Innsavning av húsarhaldsburturkasti í vinnu/eykaposum frá húskjum, vinnu og stovnum
- Innsavning av húsarhaldslíknandi burturkasti í bingjum frá virkjum, stovnum og bingjuplássum
Vandamikið burturkast
- Innsavning av posum við serliga dálkandi / vandamiklum burturkasti frá húskjum í allari kommununi
- Útbering av posa til vandamikið burturkast 2 ferðir um árið til øll húski í kommununi
Papp, pappír og bleytt plast
- Innsavning av blandaðum pappi, pappíri og bleytum plasti frá húsarhaldum í allari kommununi (í felagsøkjum fer innsavningin fram í bingjum, meðan innsavningin frá húsarhaldum í øðrum økjum fer fram antin í posum ella í plastspannum)
- Innsavning av blandaðum pappi, pappíri og bleytum plasti í plastíløtum frá stovnum og virkjum
Lívrunnið burturkast
- Innsavning av lívrunnum burturkasti frá virkjum og handilsfyritøkum at lata til Førka í plastíløtum
Sáttmálatíðarskeiðið byrjar 1. oktober 2026 og kann vara heilt upp í 12 ár, um el-bilar verða nýttir. Annars er sáttmálatíðarskeiðið 8 ár.
Tórshavnar kommuna kann leingja sáttmálan eitt ár í senn upp til tríggjar ferðir við óbroyttum treytum.