Víðkan av kirkjugarðinum við Norðskála

Á býráðsfundi í kvøld varð einmælt samtykt at víðka plássið í kirkjugarðinum við Norðskála.

 

Leingi hevur tørvur verið á einari víðkan av kirkjugarðinum við Norðskála. Brim Arkitektar hava arbeitt við einum uppskoti, og víðkanin av kirkjugarðinum hevur verið í útboði. 


Trý tilboð og eitt alternativ komu inn uppá arbeiðið. Sp/f Urtagarðstænastan hevði lægsta tilboðið, og býráðið hevur einmælt samtykt at fara undir samráðingar við Sp/f Urtagarðstænastuna um arbeiðið. 


Í víðkanini verða eftir ætlan 58 nýggjar dupultgravir.

 

Arbeiðið fer í gongd í summar, skrivar sunda.fo.