feilur var, at vit ikki megnaðu at leggja nóg stórt trýst á ÍF við servunum. Tað riggaði til tíðir, men vit servaðu ov nógv út, og tí gjørdist tað fyri tað nógva til, at vit máttu stríðast fyri at vinna okkara [...] so at siga. Men hóast finalan ikki fekk tann góða enda, sum Ragnar og teir í SÍ høvdu væntað og vónað, so heldur hann, at okkurt gott er at hyggja aftur á, nú flogbóltsveturin stórt sæð er um at vera [...] Haraldsstovu, var vónbrotin eftir taptu steypafinaluna, men heldur, at sørvingar í stóran mun kunnu takka sær sjálvum fyri, at tað ikki eydnaðist at fáa meira burtur úr steypafinaluni hesa ferð. – Hetta er ræðuliga
Um vit skulu fáa heilsurøktarar at trívast og støðast, skulu vit hava fakliga viðurkenning. Tískil skal ein hugburðsbroyting til fyri at venda gongdini. Tað snýr seg um, at fakbólkarnir kenna fakligu fø [...] utbúgvingin upp til at víðka um førleikan, alt eftir hvat fyri øki man starvast í. Útbúgvingin leggur eisini upp til tvørfakligt samstarv og at brúka hinar starvsbólkarnar optimalt, so at vit fáa eina góða [...] viðurkenningin manglar. Vónandi fer tað ikki at taka so drúgva tíð, at fáa fakliga viðurkenning. Nú útbúgvingin til heilsurøktara er komin til Føroyar, verður tað lættari at finna samleikan hjá heilsurøktaranum
trupulleiki at herberga teimum á øðrum stovnum í Havn. Heðin Mortensen sigur, at serfrøðingar á Barna og ungdómsdeildini hjá býráðnum fara nú at tosað við starvsfólkini og fyrireika tey at taka ímóti børnunum [...] morgun. Annars hava tey arbeitt at kalla í døgndrift við at vaska og taka upp eftir herverkið og tað eru tey við at vera liðug við, so fyri tað, kundu tey tikið ímóti børnum mánadagin. Men Býráðið og starvsfólkið [...] starvsfólkið eru samd um, at geva børnum, starvsfólki og foreldrum tveir dagar í næstu viku at koma fyri seg aftur í. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tað er rættiliga nógv, sum skal keypast av nýggjum
granskarar komnir eftir, at skipsmotorar eftir umbygging kunnu koyra við biodiesel. Ein oljutunna kostar einar 140-150 dollarar, og fleiri serfrøðingar meta, at prísirnir fara at hækka enn meira. Ein se [...] fuel ? no fish?. Í Japan verður roknað við, at ein partur av fiskiflotanum kemur at liggja, tá farið er um hálvan juli, og har verður heitt á ráðharrar um at gera eitt hvørt, so fiskiflotin framhaldandi [...] Ymiskt hevur verið roynt ? í fyrsta lagi at sigla við minni ferð, og eisini hava reiðarar minkað um manningartalið. Men einki vísir seg at vera nóg mikið til tess at byrgja uppfyri øktu útreiðslunum til bunkring
heilt óskiljandi, at menn í álvara kunnu siga, at fiskivinnuni ikki vantar fólk, heldur Óli Lassen, reiðari Í grein á heimasíðuni hjá Føroya Reiðarafelag vísir Óli Lassen, reiðari á, at fiskivinnuni vantar [...] meiri enn 95% av okkara vøruútflutningi, og tí er tað óskiljandi, at henda vinna skal niðurgerast, og at menn ynskja, at fólk skulu fara úr fiskivinnuni. - Skulu øll arbeiða í Havn og kopiera, kontrolera [...] manningartroti. Reiðarin vísir á, at tað eru fleiri enn 10 útróðrarbátar, ið liggja, tí manning er ikki til bátarnar, sjálvt um úrtøkan hjá útróðrarmonnum er góð. Hann sigur, at fiskivinnan stendur fyri meiri
kvinnubólkur roynt at ávirka politikarar til at taka stig til at gera tað lættari at gera kvinnulistar. Í hesum sambandi vilja tær í bólkinum hava, at tað skal gerast púra greitt, at grein 18 í vallógini [...] vallógini skal tulkast so, at stillar ein flokkur fleiri listar upp í sama valdømi, skulu atkvøðurnar hjá øllum listunum telja saman. Men Hilmar Høgenni ger vart við, at á hesum øki er lógin púra greið og kann [...] kann bara tulkast upp á ein máta og tað er, at atkvøðurnar hjá hvørjum lista vera taldar hvør sær og at listarnir fáa umboð á ting eftir tí. - Tað ið valdømisvaldir tinglimir skulu býtast, verður bara hugt
kallaði "álítandi keldur", at tíðindini um líkbrenningina eru eftir øllum at døma sonn. Í Rangoon ganga fleiri ræðuligar søgur um framferðina hjá herinum. Eitt nú verður sagt, at fólk, sum høvdu fingið skaða [...] søgurnar, men teir duga ikki at siga, um hald er í teimum. Fólk, sum búgva tætt við vegin norðan fyri Rangoon, siga, at óvanliga nógvir lastbilar hjá herinum hava verið at síggja har tær seinastu næturnar [...] kleystrunum, tí teir eru bangnir fyri at verða tiknir. Ein kvinna, sum franska tíðindastovan AFP hevur tosað við, sigur, at hon hevur játtað at fjala tveir munkar, sum eru flýddir úr einum kleystri.
vísir á, at búskapurin er upphitaður, so tað verður neyðugt at bremsa so ella so, sigur Magni Laksáfoss. - Verður samlaði pakkin nú vrakaður, verður neyðugt at skerja á øðrum økjum, antin við at skerja aðrar [...] einki kenna til hesa semjuna. Til hetta sigur Magni Laksáfoss, at tað er neyðugt, at hinir flokkarnir ikki boygna í valstríðnum, men tora at halda fast við tær avtalur, sum eru gjørdar. - Tað er neyðugt [...] avgjøldini var ein samlaður pakki, sum ikki ber til at ríva sundur, sigur Magni Laksáfoss. Hann vísir á, at tað undir fíggjarlógarviðgerðini var semja um, at tálma búskapin, og tá hildið varð fast við skattalætta
a stendur eitt nú, at hildið verður, at broytingin fer at elva til hugburðsbroyting, tí hon varpar ljós á at virða mørkini og frælsið hjá okkara medmenniskjum umframt rættin til at ráða yvir egnum kroppi [...] hevur eisini við sær, at revsingin fyri millum annað neyðtøku í útgangsstøðinum skal herðast. Í sambandi við, at lógarbroytingin kemur í gildið, hevur Føroya Politi hugt nærri at málum um kynslig brotsverk [...] saman í eitt mál, og tí ber ikki til út frá hesum at staðfesta, at talan er um 59 ymiskar gerningspersónar ella 59 ymisk órættað. Tølini vísa eisini, at flestu lógarbrotini henda í privatum heimum. – Í
verður at dagføra arbeiðsmarknaðin og alla lóggávuna á hesum øki, soleiðis at lóggávan hóskar til tann arbeiðsmarknað, vit vilja hava. Mítt mál er at skapa fyritreytir fyri nýggjum vinnum og at menna verandi [...] stovnar og ymiskar fyritøkur fyri at fáa persónligt samband við stovnsleiðarar og starvsfólk ? og fyri at fáa eina betri kenslu av, hvat tað er, eg umsiti. Hon heldur, at máløkið er ómetaliga spennandi. [...] síðan eg gjørdist limur, hevur verið pakkaður við politikki, og eg tori at siga, at einki hevur fylt meira í mínum høvdi ? og hjarta ? enn flokkurin og okkara felags framtíð, familjan undantikin. Í síni