Vit góvu ÍF ov nógv

Spælandi venjarin hjá SÍ, Ragnar í Haraldsstovu, var vónbrotin eftir taptu steypafinaluna, men heldur, at sørvingar í stóran mun kunnu takka sær sjálvum fyri, at tað ikki eydnaðist at fáa meira burtur úr steypafinaluni hesa ferð.

– Hetta er ræðuliga keðiligt, tí hóast ÍF er eitt gott lið, so stríðast vit ov lítið og geva teimum alt ov nógvar bóltar. Nú vunnu vit alt í fjør, men standa sum taparar í ár, og tað er ikki akkurát nummar eitt, sigur hann.

– Okkara størsti feilur var, at vit ikki megnaðu at leggja nóg stórt trýst á ÍF við servunum. Tað riggaði til tíðir, men vit servaðu ov nógv út, og tí gjørdist tað fyri tað nógva til, at vit máttu stríðast fyri at vinna okkara bóltar, meðan teir fingu nógvar av sínum ókeypis, so at siga.

Men hóast finalan ikki fekk tann góða enda, sum Ragnar og teir í SÍ høvdu væntað og vónað, so heldur hann, at okkurt gott er at hyggja aftur á, nú flogbóltsveturin stórt sæð er um at vera liðugur:

– Vit hava verið í gongd síðani hálvan august, og tað hevði sjálvandi verið stuttligari at staðið við gulli, heldur enn við silvuri. Men vit kunnu eisini hyggja aftur á eitt ár, har vit vunnu bæði Fleyr- og Mjølnir-kappingina, sigur hann.

– So er tað eisini tað góða hjá okkum, at vit hava øgiliga nógv gott at byggja víðari á, og tá hugsi eg serliga um tað unga fólkið. Vit verða á toppinum í eini 10 ár aftrat, men tað verður ÍF ikki.