Neyðugt við nýmenning og vøkstri

- Mítt mál sum landsstýriskvinna er at skapa fyritreytir fyri nýggjum vinnum og at menna verandi vinnur, at vinnan og almenni myndugleikin fara undir vinnurelateraða gransking – og at vinnulóggávan hjá okkum verður á sama støði sum í okkara grannalondum, eins og hon støðugt skal dagførast, segði Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna á flokstingi Tjóðveldisins

Floksting

 

Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, er ikki gomul í Tjóðveldinum. Á flokstinginum leygardagin segði hon, at hon ikki bert er nýggj sum landsstýriskvinna, men eisini sum limur í Tjóðveldinum.

- Eg gjørdist limur 14. september í fjør – saman dag, sum flokkurin fekk nýtt navn og búmerki.

Hon ásannaði, at síðan henda dag hevur lívið verið rættiliga ”hektiskt”, sum hon tók til – fyrst við einum valstríði og síðan einum aftrat.

- Hvør einasti dagur, síðan eg gjørdist limur, hevur verið pakkaður við politikki, og eg tori at siga, at einki hevur fylt meira í mínum høvdi – og hjarta – enn flokkurin og okkara felags framtíð, kanska undantikið familjan.

 

Fleiri vitjanir

Í síni framløgu greiddi Bjørt frá, hvat hon hevur tikist við, síðan hon gjørdist landsstýriskvinna í vinnumálum.

- Fyrstu vikurnar var eg nógv runt og vitjaði stovnar og ymiskar fyritøkur fyri at fáa persónligt samband við stovnsleiðarar og starvsfólk – og fyri at fáa eina betri kenslu av, hvat tað er, eg umsiti.

Hon heldur, at máløkið er ómetaliga spennandi og hevur nógvar møguleikar.

- Vit hava longu lagt fram fleiri lógaruppskot, harav summi vóru klár, tá eg kom í vinnumálaráðið. Tey flestu eru tó broytt nakað og tillagað samgonguskjalinum og teimum málum, vit hava sett okkum á arbeiðsmarknaðar-og vinnupolitiska økinum.

Landsstýriskvinnan segði, at hon er farin í holt við at nútímansgera okkara vinnulóggávu, so hendan passar til eitt vinnulív, ið skal kappast við vinnulívið uttanfyri landoddarnar.

- Vit hava lagt fram eitt uppskot um vinnukærunevnd eins og eina sera umfatandi lóg um tryggingarvirksemi, ið er grundarlagið undir at kunna gera bilateralar avtalur við eina røð av londum á tryggingarøkinum. Tá lógin væntandi verður samtykt, hava vit ein felags tryggingarmarknað – í fyrsta lagi við Ísland, men vit fara eisini í samráðingar við onnur lond, eitt nú Noreg, um hetta øki.

 

Arbeiðsmarknaður

Ein stór uppgáva hjá landsstýrinum verður at dagføra arbeiðsmarknaðin og alla lóggávuna á hesum øki, soleiðis at lóggávan hóskar til tann arbeiðsmarknað, vit vilja hava.

Hon segði, at landsstýrið hevur lagt fyri tingið uppskot um marknaðarføringslóg og brúkaraumboð, sum eisini var beinleiðis við í valskránni hjá Tjóðveldinum.

- Tíðin við løn í barnsburðarfarloyvi verður nú longd við sjey vikum, um tingið samtykkir uppskotið, og av longdu tíðini eru tríggjar vikur oyramerktar pápanum.

Bjørt vísti á, at ein góð barsilsskipan er ein av grundleggjandi fyritreytunum fyri, at føroyingar, sum eru farnir uttanlands at útbúgva seg, hava hug at flyta heimaftur.

- Okkara skipan má vera kappingarfør, so fólk ikki freistast at festa røtur uttanlands, legði hon aftrat.

Eitt annað mál, sum er til viðgerðar, er skyldan hjá arbeiðsgevarum at geva arbeiðstakarum setanarbræv, og hetta mál er eisini viðkomandi, nú latið verður upp fyri útlendskari arbeiðsmegi.

- Hetta verður eisini galdandi fyri tímaløntar føroyingar og øll, ið ikki hava nóg góðar sáttmálar, ið skipa hesi viðurskifti, segði landsstýriskvinnan.

 

Útlendsk arbeiðsmegi

Hon ásannaði, at ein av størstu avbjóðingunum hjá samfelagnum í løtuni er at fáa fatur á fleiri hondum til arbeiðsmarknaðin.

- Vit hava ein skerdan aktivitet, tí arbeiðsloysi er null, sum hon tók til, og tískil er trupult hjá vinnuni í verandi støðu at veksa. Fólkavøkstur er heldur eingin, og hesi viðurskifti gera, at inntøkurnar hjá landskassanum veksa ikki, soleiðis sum tær kundu gjørt.

Bjørt vísti á, at landsstýrið fer at gera nógv fyri, at vinnan fær hendur á útlendskari arbeiðsmegi, har føroysk arbeiðsmegi ikki er tøk.

- Vit hava tosað við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og vit hava tosað í samgonguni um, hvussu vit loysa henda ”proppin”. At yvirtaka útlendingaøkið er eitt greitt mál hjá okkum, og hetta fer at gera tingini munandi einfaldari í framtíðini, bæði við at lata upp – og lata aftur eftir okkara tørvi.

Hon ásannaði kortini, at tað setir nøkur krøv til okkara samfelag at lata upp fyri útlendskari arbeiðsmegi.

Í røðu síni nevndi landsstýriskvinnan eisini møguliga privatisering av Atlantsflogi og Føroya Tele.

- Eg meti, at tá ið fyrsta stigið er tikið at selja partar av Atlantsflogi, verður eisini neyðugt at taka tað næsta.

Hon helt, at 1/3 privatisering er ein løgin ”bastardur”, sum hon tók til – og enn eitt dømi um, at vit ofta taka stigið hálvt.

- Sjálv fari eg at leggja eina stigvísa æltan fyri hesi tilgongd.

Um Føroya Tele helt hon, at nógv talar fyri at privatisera fyritøkuna, men samstundis talar eisini nógv fyri at varðveita net-partin á almennum hondum, sum ein vitalan part av okkara infrakervi.

- Hetta er eisini eitt mál, ið vit fara at viðgera, segði hon.

 

Samferðsla

Størsti parturin av íløgukarminum hjá landsstýrismanninum í vinnumálum er samferðslan, tí umframt vegir, tunlar, brýr og flogvøllin, umsitir vinnumálaráðið eisini gjøgnum Landsverk allar almennar bygningar.

- Eingin ivi er um, at nýggjur flogvøllur má inn í raðfestingina av stóru íløgunum í okkara samferðslukervi.

Bjørt segði, at á sínum skrivaraborði liggja ætlanin um tveir tunlar, Sandoyartunnilin og Skálafjarðartunnilin, og í løtuni verða ymiskir fíggingarhættir kannaðir, hvussu hesir kunnu plaserast inn í framtíðar útbyggingarætlanir.

- Tá ið alt tilfar og allir upplýsingar, sum eg havi biðið um frá fakfólki og fíggingarmøguleikar eru kannaðir, koma tunlarnir til veruliga politiska viðgerð.

Hon segði, at nógvar aðrar útbyggingar av infrakervinum á smáplássum og í útjaðaranum liggja á láni.

- Eitt nú hava vit nakrar gamlar tunlar, sum ikki eru í so góðum standi, eins og vegir og brýr krevja ábøtur. Sama er við bygningum, sum nóg mikið av peningi ikki hevur verið sett av til.

Landsstýriskvinnan nevndi eisini ferðslutrygdina, har ætlanin eisini er at gera ymisk átøk.

 

Vinna og nýmenning

Bjørt Samuelsen segði, at vinnumálaráðið skal hava høvuðsfokus, sum hon tók til, á nýggjum vinnumøguleikum, og tí setti hon spurningin, hvussu viðvirkast kann til nýmenning og íverksetan.

Hon segði, at ein høvuðstrupulleiki hjá nýggjum vinnum og íverksetarum er fígging.

- Kunnu vit finna atgongd til virkisfýsnari kapital, og hvat kunnu vit frá almennari síðu gera til tess at stimbra uppundir, at bankar og privatir grunnar koma við í enn størri mun enn higartil? spurdi hon.

Hon vísti á, at vit hava vinnuframagrunnin, men hesin ikki nóg mikið.

Í framløguni nevndi hon útflutningsmøguleikar og møguleikar at etablera føroysk virkir uttanlands.

- Dagførdar lógir eru ein treyt, men her er nógv annað, sum vit kunnu gera. Mín vón er, at vit fáa sendistovur til at vera eitt virknari amboð á hesum øki enn higartil.

Landsstýriskvinnan nam við møguleikarnar við gransking og segði, at eisini her vantar okkum pening.

- Men her liggur eitt stórt potentiali, ikki minst innan fiskaaling, ið veruliga er við at byggja upp ein granskingarkjarna.

Hon nevndi eisini onnur øki við nýggjari ali-og kunningartøkni eins og gen-og biotøkni.

 

Forðingar burtur

Í framløguni nam Bjørt eisini við FAS-skipanina, sum nú verður dagførd og gjørd kappingarfør, og hon legði stóran dent á tað ”kreativa tilfeingi” – íverksetan, tí sum hon segði:

- Íverksetan og stimbran av skapanarevnunum eru lykilin til at gera okkara búskap fjøltáttaðan og sjálvberandi. Fólk við góðum hugskotum mugu hava eitt stað at fara við teimum og fáa stuðul og ráðgeving at føra tey út í lívið.

Landsstýriskvinnan vísti á samgonguskjalið, sum sigur, at vinnupolitikkurin skal skapa nýmenning og vøkstur og taka burtur forðingar hjá vinnu, feløgum og einstaklingum í altjóða samstarvi.

- Mítt mál er at skapa fyritreytir fyri nýggjum vinnum og at menna verandi vinnur, at vinnan og almenni myndugleikin fara undir vinnurelateraða gransking í nógv størri mun enn nú – og at vinnulóggávan hjá okkum verður á sama støði sum í okkara grannalondum og støðugt verður dagførd samsvarandi hesum, segði Bjørt Samuelsen.