Búskapur og valstríð avskild

Leypa Javnaðar- og Fólkaflokkurin nú frá búskaparligu semjuni, er tað ein nýggj støða. Men tað er neyðugt, ikki at blanda búskaparpolitikk og valstríð saman, sigur Magni Laksáfoss

Semja var í samgonguni at lata skattalætta komandi ár, men aftur fyri skuldu avgjøld so leggjast á góðgæti og sodavatn, sum skuldi geva landskassanum eina meirinntøku upp á áleið 30 milliónir krónur.

Ella tað var tulkingin hjá Magna Laksáfoss, fíggjarmálaráðharra. Anfinn Kallsberg og Vilhelm Johannesen, ávikavist formaður og næstformaður í Fíggjarnevndini, siga seg einki kenna til hesa semjuna.

Til hetta sigur Magni Laksáfoss, at tað er neyðugt, at hinir flokkarnir ikki boygna í valstríðnum, men tora at halda fast við tær avtalur, sum eru gjørdar.

- Tað er neyðugt við greiðum útmeldingum frá formonnunum í Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum, um teir standa við semjuna, ið gjørd var. Skattalættin og øktu avgjøldini var ein samlaður pakki, sum ikki ber til at ríva sundur, sigur Magni Laksáfoss.

Hann vísir á, at tað undir fíggjarlógarviðgerðini var semja um, at tálma búskapin, og tá hildið varð fast við skattalætta, varð tálmanin framd gjøgnum hækkað avgjøld.

- Leypa flokkar nú frá hesi semju, so hava vit eina nýggja støðu, og eg vil ikki upp á forhond siga, hvat so hendir. Men eisini Nationalbankin vísir á, at búskapurin er upphitaður, so tað verður neyðugt at bremsa so ella so, sigur Magni Laksáfoss.

- Verður samlaði pakkin nú vrakaður, verður neyðugt at skerja á øðrum økjum, antin við at skerja aðrar útreislur ella á annan hátt. Men tað er alneyðugt, at flokkarnir megna at halda búskaparpolitikkin og valfepurin atskildan, sigur Magni Laksáfoss, fíggjarmálaráðharri.