Ta seinastu vikuna hevur burmesiski herurin brent nógv lík á einari væl fjaldari og væl vardari brennistøð í landnyrðing úr Rangoon. Eygnavitni siga, at tær seinastu næturnar hava fleiri bilar hjá herinum koyrt aftur og fram ímillum ta almennu líkbrennistøðina í Rangonn og ta loyniligu í landnyrðing úr býnum.
Bretska blaðið The Sunday Times skrivaði í gjár frá tí, sum blaðið kallaði "álítandi keldur", at tíðindini um líkbrenningina eru eftir øllum at døma sonn.
Í Rangoon ganga fleiri ræðuligar søgur um framferðina hjá herinum. Eitt nú verður sagt, at fólk, sum høvdu fingið skaða í mótmælistiltøkunum, vórðu koyrd livandi inn í líkbrenniovnarnar. Útlendskir eygleiðarar í Burma siga seg hava hoyrt søgurnar, men teir duga ikki at siga, um hald er í teimum.
Fólk, sum búgva tætt við vegin norðan fyri Rangoon, siga, at óvanliga nógvir lastbilar hjá herinum hava verið at síggja har tær seinastu næturnar.
Jagstra munkar
Blaðið The New Light of Myanmar, sum er málgagnið hjá hernaðarstýrinum, skrivar, at herurin hevur funnið skotvápn, lóður og knívar í fleiri av teimum kleystrunum, sum vóru miðsepil í mótmælistiltøkunum herfyri.
Blaðið ásannar, at herurin veit ikki, hvørjir munkar eiga vápnini, men at fleiri munkar eru tiknir í sambandi við rannsóknir í kleystrunum. Tað ljóðar eisini, at fleiri munkar hava latið seg úr tí eyðkenda munkabúnanum og eru flýddir úr kleystrunum, tí teir eru bangnir fyri at verða tiknir.
Ein kvinna, sum franska tíðindastovan AFP hevur tosað við, sigur, at hon hevur játtað at fjala tveir munkar, sum eru flýddir úr einum kleystri.