Trump hóttir nú aftur miðbankastjóran

Amerikanski forsetin, Donald Trump, umhugsar avgerð sína um ikki at koyra stjóran í miðbankanum í landinum, Jerome Powell, úr starvi.

Tíðindini koma eftir at miðbankin mikudagin valdi at halda leiðandi rentuna í USA á einum bili millum 4,25 prosent og 4,5 prosent.

- Kanska - bara kanska - skuldi eg broytt meining um at koyra hann úr starvi. Men valskeið hansara endar skjótt kortini, skrivar Donald Trump á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

Trump vil hava rentuna at liggja millum 1 og 2 prosent, men tað hevur ikki hugtikið miðbankastjóran.

Powell grundgevur fyri, at innflutningstollurin hjá Donald Trump á útlendskar vørur fer at økja um vandan fyri størri arbeiðsloysi, størri inflatión og hægri vøkstri.

 

/Ritzau/