Kvinnulistar krevja lógarbroyting

Skulu flokkar gera serligar kvinnulistar og skulu allar atkvøðurnar teljast saman, krevst beinleiðis lógarbroyting

- Tað er púra greitt, hvussu lógin skal tulkast. Og skal tað broytast, má lógin broytast.

Tað sigur Hilmar Høgenni deildarstjóri í innlendismálaráðnum.

Seinastu tíðina hevur ein kvinnubólkur roynt at ávirka politikarar til at taka stig til at gera tað lættari at gera kvinnulistar.

Í hesum sambandi vilja tær í bólkinum hava, at tað skal gerast púra greitt, at grein 18 í vallógini skal tulkast so, at stillar ein flokkur fleiri listar upp í sama valdømi, skulu atkvøðurnar hjá øllum listunum telja saman.

Men Hilmar Høgenni ger vart við, at á hesum øki er lógin púra greið og kann bara tulkast upp á ein máta og tað er, at atkvøðurnar hjá hvørjum lista vera taldar hvør sær og at listarnir fáa umboð á ting eftir tí.

- Tað ið valdømisvaldir tinglimir skulu býtast, verður bara hugt eftir sjálvum valevnislistunum.

Skal talan vera um at leggja atkvøðurnar hjá fleiri listum saman, tá ið valdømisvaldir tinglimir skulu býtast, er neyðugt við beinleiðis lógarbroyting, sigur hann.


Ikki Kristian, men John

Í Sosialinum í gjár umrøddu vit møguleikarnar fyri at gera kvinnulistar. Tá nevndu vit sum dømi, at hevði Javnaðarflokkurin í Suðurstreymoy havt kvinnulista, hevði Helena Dam á Neystabø verðið vald ístaðin fyri Kristian Magnussen.

Her vóru vit nakað skjót at avhøvda Kristian, tí tað hevði ikki verið hann, sum fall. Kristian Magnussen var nevniliga fyrst valdur á javnaðarlistanum í Suðurstreymoy við 412 atkvøðum. Tann, sum hevði fallið, hevði verið John Johannessen, sum fekk 380 atkvøður. Annars fekk Helena Dam á Neystabø 341 atkvøður