Lata uppaftur mikudagin

Starvsfólk, børn og foreldur fáa nakrar dagar at koma fyri seg aftur í, men mikudagin fer dagstovnurin við Løgmannabreyt at taka børn innaftur

Tað er nú greitt, at Dagstovnurin við Løgmannabreyt tekur ímóti børnum aftur mikudagin eftir umfatandi herverkið mikudagin.

Tað varð avgjørt á fundi ímillum býráðið og starvsfólkið á stovninum í morgun.

Annars hava tey arbeitt at kalla í døgndrift við at vaska og taka upp eftir herverkið og tað eru tey við at vera liðug við, so fyri tað, kundu tey tikið ímóti børnum mánadagin.

Men Býráðið og starvsfólkið eru samd um, at geva børnum, starvsfólki og foreldrum tveir dagar í næstu viku at koma fyri seg aftur í.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tað er rættiliga nógv, sum skal keypast av nýggjum, bæði leikur, telda, telefonir og alt møguligt annað, sum skal til fyri at endurreisa stovnin og tað verða teir næstu dagarnir so brúktir til.

Hinvegin er nógv annað stórarbeiði, sum eisini skal gerast, eitt nú skulu veggir málast, tí teir eru útsmurdir við tussj, men tað arbeiðið verður gjørt so líðandi tað næstu tíðina.

Nú fara tey so at ringja runt til foreldrini at greiða teimum frá støðuni.

Tey foreldur, sum vilja hava børnini heima, kunnu so gera tað. Men vilja foreldur hava børnini í ansing frá mánadegnum, verður ongin trupulleiki at herberga teimum á øðrum stovnum í Havn.


Heðin Mortensen sigur, at serfrøðingar á Barna og ungdómsdeildini hjá býráðnum fara nú at tosað við starvsfólkini og fyrireika tey at taka ímóti børnunum aftur og tey verða eisini til staðar mikudagin og tosa við børn og foreldur, tá ið stovnurin letur uppaftur. 

Vit hava fleiri greinar í internetsosialinum í dag um herverkið í barnagarðinum.