Eingin olja - eingin fiskur. Tað er greiði boðskapurin hjá reiðarum og fiskimonnum kring um heimin, nú stórur partur av fiskiflotanum ikki fær endarnar at røkka Tað er ikki bara í Føroyum, at vit ? og kanska serliga fiskiflotin ? merkir avleiðingarnar av høgu oljuprísunum. Fiskimenn um allan heim dragast við dýra bunkring. Nógv verður hugsað um alternativar loysnir, og eitt nú verður hugsað um at taka segl aftur í nýtslu í einum parti av flotanum. Hetta hevur eitt nú verið frammi í Noregi.
Onkur tosar um biodiesel sum bíligari orku, og sambært FiskeribladetFiskaren er granskarar komnir eftir, at skipsmotorar eftir umbygging kunnu koyra við biodiesel.
Ein oljutunna kostar einar 140-150 dollarar, og fleiri serfrøðingar meta, at prísirnir fara at hækka enn meira. Ein serfrøðingur, sum blaðið ikki nevnir við navni, heldur, at oljuprísurin er lágur í dag, og hann væntar, at ein tunna um nøkur ár saktans kann fara upp á 600 dollarar.
Um allan heim eru prísurin á bunkring vorðnir ein trupulleiki, og í Onglandi siga fiskimenn stutt og greitt: ?No fuel ? no fish?.
Í Japan verður roknað við, at ein partur av fiskiflotanum kemur at liggja, tá farið er um hálvan juli, og har verður heitt á ráðharrar um at gera eitt hvørt, so fiskiflotin framhaldandi kann sigla.
Ymiskt hevur verið roynt ? í fyrsta lagi at sigla við minni ferð, og eisini hava reiðarar minkað um manningartalið. Men einki vísir seg at vera nóg mikið til tess at byrgja uppfyri øktu útreiðslunum til bunkring.