Svangligt hjá Hermanni og Sigurdi

- Tað er heilt óskiljandi, at menn í álvara kunnu siga, at fiskivinnuni ikki vantar fólk, heldur Óli Lassen, reiðari í Klaksvík

Fiskivinna

 

Í grein á heimasíðuni hjá Føroya Reiðarafelag vísir Óli Lassen, reiðari á, at fiskivinnuni vantar nógv fólk, bæði til skipini og virkini.

- Flakavinnuni á landi vantar fólk, og stjórarnir á Kósini og Faroe Seafood eftirlýsa báðir fólki. Eisini liggja fleiri skip orsaka av manningartroti.

Reiðarin vísir á, at tað eru fleiri enn 10 útróðrarbátar, ið liggja, tí manning er ikki til bátarnar, sjálvt um úrtøkan hjá útróðrarmonnum er góð.

Hann sigur, at fiskivinnan stendur fyri meiri enn 95% av okkara vøruútflutningi, og tí er tað óskiljandi, at henda vinna skal niðurgerast, og at menn ynskja, at fólk skulu fara úr fiskivinnuni.

- Skulu øll arbeiða í Havn og kopiera, kontrolera og kommunikera hvør við annan? spyr Óli Lassen.

Hann heldur, at um so verður, kunnu vit sanniliga vænta, at sveiggj verða í føroyska búskapinum.

- Tað verður svangligt hjá Hermanni Oskarssyni, stjóra á Hagstovu Føroya og Sigurdi Poulsen, landsbankastjóra, um øll skulu liva í tænastuvinnuni - byggja hús fyri hvønn annan og klippa hvør øðrum, heldur Óli Lassen.

Reiðarin vísir eisini á, at nógvar hendur vanta í føroysku línuskipavinnuni.

- Vit vilja tí heita á myndugleikar og almennar stovnar um heldur at verða viðspælarar – enn mótspælarar, sigur Óli Lassen, reiðari.

12 prosent av føroysku løntakarunum arbeiða í fiski-og alivinnuni, og Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, segði herfyri, at hetta tal eigur at koma niður á 7%.

- Tá fáa vit færri sveiggj í føroyska búskapinum, helt hann fyri.