nörd. Hesaferð er motivið ein mynd av Tummasi Jefrasyni, apuni sum hevur verið partur av G!-samleikanum síðani 2007. Kristfríð Tyril hevur teknað Tummas við fríhond. Íblásturin til Tummas stavar frá einum [...] meðan Jóansökufestivalurin yvirlivdi eftir eina munandi tillaging aftan á eitt stak vánaligt ár. G! hevur eisini havt sítt at stríðast við, sum t. d. tá felagið, sum skipaði fyri G! í 2006 og 2007, fór á [...] vera. G! 2010 verður tískil í Götu dagarnar 15., 16. og 17. juli ? samavikuskifti, sum G! vanliga hevur verið, men sum við Múrin lá á í ár. Í seinnu helvt av januar verða fyrstu növnini á skránni kunngjörd
vónbrot, tí hann hevur ikki ført nógv arbeiðsskapandi við sær, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur at avleiðingin er, at samstundis sum privata vinnan repar seglini so tað munar, hevur tað almenna samstundis [...] vakstrapakka, sum skuldi fáa hjólini at mala. Men ístaðin fyri kom hon við einum sparipakka, sum hevur fingið hjólini at steðga. Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelagi, øtaðist við tá ið [...] uppsøgdu eru at kalla bara tímalønt arbeiðsfólk, helst tí at tey eru lættari at sleppa av við. Samgongan hevur altíð vart seg við, at fleiri arbeiðsskapandi tiltøk eru sett í verk, ikki minst fyri byggivinnuna
fyri fiskivinupolitikki, men tó haldi eg ikki, at landsstýrið hevur lóggivið fiskaloysi inn á grunnarnar, soleiðis sum flokkurin hjá Bjørt hevur gjørt tað við blokkniðurskurðinum og skerdum rættindum hjá [...] og kasta alt vit og skil fyri borð í kenslubornum sjálvsprísandi nationalromantiskum rúsi, Bjørt? Hevur tú lisið greinina hjá Hera Mohr um, hvussu loysingarflokkarnir hava drenað landskassan? Sum dømi um [...] fyri at fáa sum frægast burtur úr undir teimum avmarkaðu umstøðum, sum Tjóðveldi fyrst og fremst hevur skapt. Men fæst roknistykkið í heila tikið at ganga upp? Nei, Bjørt, neyvan grætur tú, men tað gera
til MRCC klokkan 18.07. Sambært Jón Klein Olsen, løgregluleiðara, hevur maðurin fingið ein veir í búkin ella undir síðuna og løsturin hevur verið sera álvarsamur, so hann doyði av honum. Maðurin, sum er 29 [...] og at hon tí er »groundað«. Tiltakstyrlan er tyrlan hjá Færøernes Kommando, Lynx-tyrlan, men hon hevur ikki neyðugu útgerðina, sum hevði verið kærkomin í slíkum bjargingararbeiði. Sambært MRCC manglar [...] højst-sól, sum verður nýtt tá fólk skulu lyftast upp í tyrluna í myrkri, nakað sum tyrlan hjá Atlantsflog hevur. - Men tað er als ikki sikkurt at tyrlan hevði kunnað farið óansæð, sigur Robert Olsen av MRCC. Sambært
peningin inn á kontu – hóast maskinan er sjálvvirkandi. So hevur tú 200 krónur í myntum og ætlar at fáa tað til seðlar úr bankanum, so hevur tú 150 krónur eftir, tá tú fert út úr bankanum. Rinda fyri tænastu [...] nýta eina maskinu í bankanum er sambært Niels Joensen, privatkundaleiðara í Føroya Banka, at bankin hevur gjørt eina íløgu. – Vit hava gjørt eina íløgu í eina tænastu til kundan, sum hann so rindar fyri, [...] rættað til onnur sum hava nógvar myntir, sum skulu vekslast. – Tað kann til dømis vera, at onkur hevur havt tombola ella okkurt líknandi. Tá hava tey ofta nógvar smápengar, sum skulu umsetast, og so rinda
av heimsins bestu svimjarum. Hann hevur ikki somu venjingarmøguleikar sum mótstøðumenninir, men kortini drívur hann á og vísir í verki, hvussu stóran týdning tað hevur, at viljin er har og at farið verður [...] verður eftir málinum. Vit hava sæð, at hann hevur sínar javnlíkar í heimselituni, og tí skal hann sjálvandi hava allan tann stuðul, ið gevast kann í slíkum føri. At Pál aftur í ár fær ein munagóðan part av [...] fyritøka – enntá óbiðin – tekur tað næsta stigið, so Pál kann fyrireika seg, venja og liva, so hann hevur optimalar umstøður at røkka teimum úrslitum, ið játtanin annars røkkur til. Hetta er skilagóð satsing
aftur sæti á Fólkatingi eftir eina longri sjúkralegu. Hann hevur boðað frá, at hann samstundis tekur seg úr Dansk Folkeparti, og harvið hevur stjórnin bert ein tinglim í meiriluta. Tað er hesari støðu [...] viku, har vit vístu á, at tá Edmund Joensen í dag blívur tungan á vágskálini í donskum politikki, so hevur hann møguleikan at trýsta eitt sindur á fyri at fáa hjartamál sítt um fastfrystingina av blokkinum [...] danska politiska eygleiðaranum, Hans Engell, rætt, tá hann segði við danska TV2, at í Edmundi Joensen hevur Lars Løkke Rasmussen tann allar trúgvasta fólkatingsmannin, sum hann kann fáa í Føroyum. Men tað sama
mugu siga. Føroya Lærarafelag hevur nú fingið ein illgruna. Formaður felagsins stólar ikki upp á landsstýrið - hóast hann heldur, at Helena Dam á Neystabø heilt vist hevur góðar ætlanir við sínum uppskoti [...] hesum er, at børn í smáu skúlunum koma í eitt størri skúlaumhvørvi og njóta gott av øllum tí, sum tað hevur við sær. Skúlaverkið sparir nógvar pengar, tí læraralønirnar eru bróðurparturin av útreiðslunum - [...] kvinnur. Arbeiði teirra er ikki júst álitisvekjandi, hóast tørvurin á skilagóðum politikki sjáldan hevur verið størri. Vit kunnu so ikki annað enn vóna, at Føroya Lærarafelag og Mentamálaráðið og løgtingið
Neistanum. Men tað í sjálvum sær var ikki øll frágreiðingin. StÍF hevur seinastu vikurnar víst, at spælið hevur verið í stórari framgongd, og fáur hevur ivast í, at ein sigur var í væntu heilt skjótt. Og enn er [...] var garantur fyri. Men góða verjan gav fleiri skjótaálop, og so prógvaði Cristian Preda – ið annars hevur verið í dvala í nakrar mánaðir – hví hann fyrstu nógvu umførini var ovastur á máltindinum. Tað kann
skeinur í lakkið. Fleyr hevur jú verið tað av liðunum, ið minst hevur livað upp til tað, sum væntast kundi av liðnum, men fríggjakvøldið gjørdi liðið úr Havn júst tað, sum hevur manglað í óteljandi dystum [...] Flogbóltur TB hevur leingi sæð út sum størsti favoritturin at koma í FM-finalurnar í Eik-liguni hjá kvinnum ímóti SÍ, og soleiðis sær TB framvegis út. Men ikki skerst burtur, at tapið fyri Fleyr fríggjakvøldið