Vanlukka
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Ein deyðsvanlukka varð umborð á Polarhav, sum varð staddur 27 sjómíl úr Akrabyrgi.
Fráboðanin kom til MRCC klokkan 18.07.
Sambært Jón Klein Olsen, løgregluleiðara, hevur maðurin fingið ein veir í búkin ella undir síðuna og løsturin hevur verið sera álvarsamur, so hann doyði av honum.
Maðurin, sum er 29 ára gamal og hevði verið fyltur 30 ár mánadagin, er búsitandi á Viðareiði, men er ættaður úr Vestmanna.
Tyrlan fekk ikki farið eftir manninum, tí hon var ikki tøk, varð fráboðanin, men Magni Arge, stjóri í Atlantic sigur í viðmerking til Vágaportalin, at tiltakstyrlan var tøk til sjúkraflutning í gjárkvøldi, men manniningin á bjargingartyrluni metti tað ikki ráðiligt undir teimum umstøðum sum vóru, at fara til havs og lyfta mann av skipi og upp í tyrluna.
Manglar útgerð
Sambært MRCC, sum samskipar bjargingararbeiðið, var bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi ikki tøk, tí at arbeitt verður í løtuni við at skifta rotorin á tyrluni, og at hon tí er »groundað«.
Tiltakstyrlan er tyrlan hjá Færøernes Kommando, Lynx-tyrlan, men hon hevur ikki neyðugu útgerðina, sum hevði verið kærkomin í slíkum bjargingararbeiði.
Sambært MRCC manglar henda tyrlan eina højst-sól, sum verður nýtt tá fólk skulu lyftast upp í tyrluna í myrkri, nakað sum tyrlan hjá Atlantsflog hevur.
- Men tað er als ikki sikkurt at tyrlan hevði kunnað farið óansæð, sigur Robert Olsen av MRCC.
Sambært honum var veðrið eisini sera ringt, og vóru tað máldir heilt upp í 26 metrar um sekundið.
- Flogskiparin metti ikki at tað var ráðiligt at fara undir bjargingararbeiðið, og ábyrgdin liggur til eina og hvørja tíð hjá honum, sigur Robert Olsen.
Harafturat vóru eingir bjargarar, sum kundu fara við tyrluni, tí at tað ber ikki til at bara flyta bjargingarfólk beint úr tyrlunum hjá Atlantsflog til tyrluna hjá FKR.
Bjargingarmennirnir hjá FRK vóru í Skotlandi, har teir eru til venjing, verður upplýst.
Roynt var tí at sigla inn móti Suðuroynni, har lækni skuldi standa fyri teimum og taka ímóti, men klokkan 21.19 kom fráboðanin, at maðurin varð deyður.