Flogbóltur
TB hevur leingi sæð út sum størsti favoritturin at koma í FM-finalurnar í Eik-liguni hjá kvinnum ímóti SÍ, og soleiðis sær TB framvegis út. Men ikki skerst burtur, at tapið fyri Fleyr fríggjakvøldið gav skeinur í lakkið.
Fleyr hevur jú verið tað av liðunum, ið minst hevur livað upp til tað, sum væntast kundi av liðnum, men fríggjakvøldið gjørdi liðið úr Havn júst tað, sum hevur manglað í óteljandi dystum í vetur. Tí eydnaðist eisini at taka ein rættiliga óvæntaðan sigur ímóti TB – enntá í Trongisvági!
Sum so ofta fyrr í vetur, megnaði Fleyr at fylgja væl við í fyrsta setti, sum var sera javnt, og tað endaði við, at Fleyr vann tað. Men longu í øðrum setti var vent í holunum – og tað so ógvusliga, at TB tók settið í knúsandi stíli.
Fleyr knekkaði ikki
Vanliga hevði hetta verið nóg mikið til at knekkað Fleyr, men kortini fekk liðið reist seg og givið TB mótstøðu allan vegin í triðja setti, sum TB tó vann við tveimum stigum.
Hevði alt verið, sum tað plagdi, so hevði hetta við vissu verið eitt settúrslit, ið hevði beint fyri Fleyr. Men tvørturímóti vísti tað seg, at Fleyr var júst so vandamikið at spæla ímóti, sum tað ofta er við liðum, ið ikki verða mett at hava nakað at spæla fyri.
Fleyr reistist og menti seg uppaftur meira í fjórða setti, sum varð vunnið rímiliga sannførandi, og í fimta setti, sum skuldi avgera tað heila, helt Fleyr høvdið kalt og fór allan vegin, hóast liðini fylgdust og støðan var 8-7, tá tey skiftu síðu.
Við 3-2 sigrinum er Fleyr ikki longur burturi, enn at talan saktans kann gerast um heiðursmerki. Fyri TB merkti tapið, at liðið framvegis eitt stig framman fyri Mjølnir og tvey framman fyri Fleyr og Drátt, og haraftrat eiga tvørakvinnur ein dyst á. Men tær hava ikki ráð at missa meira, skulu tær røkka allan vegin í finaluna.









