Skilagóð satsing

Nú ein privat fyritøka hevur givið sítt íkast oman á almenna stuðulin til okkara fremsta ítróttarmann, eru møguleikarnir hjá Páli Joensen nógv størri enn áðrenn

Ítróttarklumma

Síðstu vikuna hava vit sæð íslendingar mótprógva, at ein lítil tjóð ikki eisini kann standa seg í liðítrótti. Við sínum 300.000 íbúgvum megnar Ísland at manna eitt hondbóltslandslið, ið stendur seg í kappingini við tey allarbestu. Ikki bara eigur Ísland besta landslið í Norðurlondum, men eisini triðbesta landslið í Europa, sum telur gott og væl 700 milliónir íbúgvar!
Annars verður altíð sagt, at skulu Føroyar gera seg galdandi í ítrótti á altjóða stigi, so má tað vera við onkrum úrmælingi, ið kann taka seg fram í einstaklingaítrótt. Hondina á hjartað, so eiga vit tíverri einki landslið, ið kann fremja eitt bragd, ið kemur tí íslendska til knýggja, so í okkara føri er helst skilagott at taka hin møguleikan.
Hetta er so sanniliga eisini ein møguleiki, tí í løtuni eiga vit ein av heimsins bestu svimjarum. Hann hevur ikki somu venjingarmøguleikar sum mótstøðumenninir, men kortini drívur hann á og vísir í verki, hvussu stóran týdning tað hevur, at viljin er har og at farið verður eftir málinum. Vit hava sæð, at hann hevur sínar javnlíkar í heimselituni, og tí skal hann sjálvandi hava allan tann stuðul, ið gevast kann í slíkum føri.
At Pál aftur í ár fær ein munagóðan part av tí, sum almennu Føroyar hava játtað á fíggjarlógini til úrvalsítrótt, er at fegnast um. Tað gevur neyðugu karmarnar, so okkara fremsti ítróttarmaður kann fara til tær kappingar, har hann kann gera seg galdandi. Í veruleikanum skuldi tað bara manglað!
Men so mikið meira er at fegnast um, at ein privat fyritøka – enntá óbiðin – tekur tað næsta stigið, so Pál kann fyrireika seg, venja og liva, so hann hevur optimalar umstøður at røkka teimum úrslitum, ið játtanin annars røkkur til.
Hetta er skilagóð satsing, ið fær »síðstu brikkarnar upp á pláss,« so ein meining veruliga verður við stuðlinum annars. Flott, P/f Leif Mohr, og góða eydnu, Pál!