Bumbið ikki skúlareformin

Tað er stórt spell, um tað kemur so vítt, at Føroya Lærarafelag fer at bumba skúlareformin hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í skúlamálum, í knús. Men hesi hóttan kemur formaðurin í Føroya Lærarafelag við í Sosialinum í gjár.

Ætlanin hjá landsstýriskvinnuni gongur út uppá, at stórar sparingar skulu gerast á skúlaøkinum, eitt nú við at skipa landið í skúlaøki, har fleiri smærri skúlar verða lagdir saman fyri á tann hátt at spara nógvar lærarakreftir. Hetta er ein klók leið at ganga á skúlaøkinum: Ført verður javnan fram, at ein fyrimunur við hesum er, at børn í smáu skúlunum koma í eitt størri skúlaumhvørvi og njóta gott av øllum tí, sum tað hevur við sær. Skúlaverkið sparir nógvar pengar, tí læraralønirnar eru bróðurparturin av útreiðslunum - og við at flyta næmingar úr smáum skúlum í størri skúlar, so spara vit nógvar pengar, tí lærarakreftirnar vaksa ikki í sama lutfalli - ella at vit gera betri nyttu úr lærarakreftunum roknað á hvønn næming, um vit so mugu siga.

Føroya Lærarafelag hevur nú fingið ein illgruna. Formaður felagsins stólar ikki upp á landsstýrið - hóast hann heldur, at Helena Dam á Neystabø heilt vist hevur góðar ætlanir við sínum uppskoti, so stólar læraraformaðurin ikki upp á samgonguna - men misteinkir hana fyri at vilja spara pengar í skúlaverkinum. Tað var so ikki ætlanin. Tvørturímóti vóru intentiónirnar, at við at spara í skúlaverkinum á henda hátt, so skuldu pengar finnast til at fíggja onnur øki í skúlanum.

Vit skulu ikki siga formannin í Føroya Lærarafelag ringan fyri ikki at stóla upp á okkara kosnu menn og kvinnur. Arbeiði teirra er ikki júst álitisvekjandi, hóast tørvurin á skilagóðum politikki sjáldan hevur verið størri.

Vit kunnu so ikki annað enn vóna, at Føroya Lærarafelag og Mentamálaráðið og løgtingið sum so kunnu ganga hond í hond, soleiðis at rationaliseringar kunnu fíggja ein betri fólkaskúla. Øll vita, at tað fíggjarliga táttar í allastaðni. Men summi øki í samfelagnum hava serligan týdning - sum vit eiga at hjúkla serliga nógv um. Fólkaskúlin er eitt teirra.