Í dag byrjar atgongumerkjasölan til G! Festival 2010. Og tað er also tann níggindi í röðini, íroknað tann fyrsta í 2002 og G! Mini í 2008.
G! var hin fyrsti av uttandurafestivalunum í Föroyum. Í 2004 kom Summarfestivalurin í Klaksvík og síðani eru fleiri komnir, og summir farnir aftur ? t. d. Mjús, Jóansökufestivalur, Fjarðafestivalur, seinast við Múrin. Við Múrin og Mjús eru báðir farnir í ommu sína, meðan Jóansökufestivalurin yvirlivdi eftir eina munandi tillaging aftan á eitt stak vánaligt ár.
G! hevur eisini havt sítt at stríðast við, sum t. d. tá felagið, sum skipaði fyri G! í 2006 og 2007, fór á heysin eftir eina verri útreiðsluveitslu í 2007. Men G! er síðani komið afturíaftur. Fyrst við einum eyðmjúkum G! Mini í 2008 og síðani við einum ordiligum G! Festival í 2009. Helst av tí at við Múrin lá
beint uppat G! í ár og Ólavsökan beint aftaná, so var nakað minni atgongumerkjasöla í 2009, enn vit hava sæð seinastu árini. Tað ávirkaði tó ikki tiltakið tað stóra, sum hepnaðist sera væl, og tey
flestu munnu vera samd um, at G! Festivalurin fekk staðfest og endurbygt sína stöðu, sum tann frískligi og íblásandi festivalurin, hann vil vera.
G! 2010 verður tískil í Götu dagarnar 15., 16. og 17. juli ? samavikuskifti, sum G! vanliga hevur verið, men sum við Múrin lá á í ár.
Í seinnu helvt av januar verða fyrstu növnini á skránni kunngjörd. Sjálvt atgongumerki er enn einaferð sniðgivið av Marna Tyril á nörd. Hesaferð er motivið ein mynd av Tummasi Jefrasyni, apuni sum hevur
verið partur av G!-samleikanum síðani 2007. Kristfríð Tyril hevur teknað Tummas við fríhond. Íblásturin til Tummas stavar frá einum gomlum teknifilmi.
Á atgongumerkinum stendur at lesa: ?Koppseting móti keðsemi. Mögulig hjáárin: Víðkaður sjónarringur, íblástur, dintilsilska, fríari hugsan, láturkrampi, forelskilsi, forargilsi, vinalag, parlag, albogastoytur, træsmakkur.?
Atgongumerkini tjaldingarpassini til G! 2010 fáast kring landið í
Magnstöðunum og á Kunningarstovunum og online á ebillett.fo. Les meira
um G! á www.gfestival.fo










