Trúgvasti stuðulin hjá Løkke

Í Sosialinum leygardagin viðger Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður, eina oddagrein í Sosialinum í síðstu viku, har vit vístu á, at tá Edmund Joensen í dag blívur tungan á vágskálini í donskum politikki, so hevur hann møguleikan at trýsta eitt sindur á fyri at fáa hjartamál sítt um fastfrystingina av blokkinum avtikna av Fólkatinginum.

Í dag tekur Christian H. Hansen, fólkatingsmaður, sum er valdur fyri Dansk Folkeparti, aftur sæti á Fólkatingi eftir eina longri sjúkralegu. Hann hevur boðað frá, at hann samstundis tekur seg úr Dansk Folkeparti, og harvið hevur stjórnin bert ein tinglim í meiriluta. Tað er hesari støðu, sum Edmund Joensen kundi gjørt sær dælt av – í øllum førum, um hann arbeiddi eins oppurtunistiskt í Fólkatinginum, sum hann ger í Løgtinginum.

Í Løgtinginum er Edmund Joensen ein av teimum »strævnu dreingjunum« hjá Kaj Leo Johannsen, løgmanni og formanni í Sambandsflokkinum. Edmund Joensen er ein av sambandstingmonnunum, sum ikki vil akta og ganga í takt og gera tað, sum flokkurin sigur.

Tí er tað eisini nærliggjandi at hugsa sær, at soleiðis fer hann eisini at gera í Fólkatinginum – so hann har kann fáa sær leiklutin, sum tann »strævni drongurin hjá Lars Løkke Rasmussen«. Men soleiðs fer Edmund Joensen ikki at gera. Hann fer at akta Lars Løkke Rasmussen nógv betur, enn hann aktar egna formann sín í Føroyum.

Og illa var. Bæði Edmund Joensen og allir føroyingar høvdu rættiliga fingið oyrini í maskinuna, um hann fór at brúka musklar til slíkt í Fólkatinginum. Og vit skilja eisini, at ein føroyskur fólkatingsmaður ikki kann fara at handla beint ímóti tí, sum landsstýrið og samgongan annars vilja í sambandi við blokkin og tiðningina av blokkstuðlinum. Treyðugt so.

So vit kunnu bara geva danska politiska eygleiðaranum, Hans Engell, rætt, tá hann segði við danska TV2, at í Edmundi Joensen hevur Lars Løkke Rasmussen tann allar trúgvasta fólkatingsmannin, sum hann kann fáa í Føroyum.

Men tað sama kann man so ikki siga um stuðulin, sum Edmund Joensen gevur sínum føroyska floksformanni.