- Samgongan skuldi koma við einum vakstrapakka, sum skuldi fáa hjólini at mala. Men ístaðin fyri kom hon við einum sparipakka, sum hevur fingið hjólini at steðga.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelagi, øtaðist við tá ið hon sá veruleikan í eyguni.
Og veruleikin er at av teimum 1300 fólkunum, sum eru arbeiðsleys, eru heili 80-90% ólærd verkafólk.
- Av teimum 1300 arbeiðsleysu, eru eini 1100-1200 ólærd verkafólk staðfestir Ingeborg vinther, akkurát soleiðis sum vit vístu á í Sosialinum í gjár.
Og hon gevur fyri ein stóran part samgonguni skyldina.
Nú tað seig saman um fíggjarliga, og arbeiðið í privatu vinnuni fór at minka av álvara, hevði forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sett sítt álit á, at samgongan fór at føra ein stimbrandi politikki, sum kundi hildið hjólini malandi og arbeiðsloysinum frá hurðini.
Hon ásannar eisini, at vónirnar minkaðu ikki, tá ið samgongan kunngjørdi, at hon skuldi leggja ein vakstrarpakka fram á ólavsøku.
- Men vakstrarpakkin bleiv eitt satt vónbrot, tí hann hevur ikki ført nógv arbeiðsskapandi við sær, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur at avleiðingin er, at samstundis sum privata vinnan repar seglini so tað munar, hevur tað almenna samstundis táttað í so at fólk í hópatali eru uppsøgd, bæði á stovnunum undir landinum og hjá kommununum.
Og hon staðfestir eisini, at tey uppsøgdu eru at kalla bara tímalønt arbeiðsfólk, helst tí at tey eru lættari at sleppa av við.
Samgongan hevur altíð vart seg við, at fleiri arbeiðsskapandi tiltøk eru sett í verk, ikki minst fyri byggivinnuna. Eitt nú er íløgukarmurin hækkaður næstan 100 milliónir fyri at leggja upp fyri minkingina hjá kommununum.
Men talan er um eitt tvíeggjað svørð, tí hallið á fíggjarlógini er 800 milliónir og tað er rætt og slætt neyðugt at fáa tað burtur eftir nøkrum árum og tí ver eisini neyðugt at tálma útreiðslunum.
Les eisini greinina: Ørt í høvdinum at fáa útlendingar til Føroya
T