Bjørt grætur neyvan

Men tað gera vit, sum dagliga eru um tey sjúku, tey veiku og tey gomlu. Tá onnur hvør króna á fíggjarlógini fer til hesar bólkarnar og 800 mió. kr. mangla í, er tað nógv, sum átti at verið nógv øðrvísi

Í aftursvari roynir Bjørt Samuelsen enn einaferð at flyta fokus frá blokkniðurskurðinum til skattalætta og skeivan fiskivinnupolitikk sum orsøk til at tey sjúku, tey gomlu og tey veiku er so illa fyri í okkara samfelagi.
Men tá íð onnur hvør króna á fíggjarlógini fer til almanna- og heilsumál fyri at upprætthalda eitt vælferðarsamfelag og tað mangla 800 mió. kr. í á fíggjarlógini, sigur tað seg sjálvt, at sparingar raka hesar veiku bólkarnar sera hart.
Havi ikki skil fyri fiskivinupolitikki, men tó haldi eg ikki, at landsstýrið hevur lóggivið fiskaloysi inn á grunnarnar, soleiðis sum flokkurin hjá Bjørt hevur gjørt tað við blokkniðurskurðinum og skerdum rættindum hjá teimum sjúku til viðgerð uttanlands.
Mær vitandi var tað eisini flokkurin hjá Bjørt við Karteni Hansen á odda sum gav fyrstu skattalættarnar, men við skattalættanum er tó so, at peningurin verður verandi í landinum. Tað verður hann ikki við blokkniðurskurðinum. Og árligi blokkniðurskurðurin (580 mió. kr. íroknað fastfrystingina bara í 2009 samb. fíggjarmálaráðnum) er enntá út við tíggju ferðir so stórur, sum skattalættin. Og skattalættin kemur helst inn aftur í landskassan so ella so og tað kanska fleirfalt. Tað ger blokkniðurskurðurin ikki.
Kann man veruliga vera so tápuligur og kasta alt vit og skil fyri borð í kenslubornum sjálvsprísandi nationalromantiskum rúsi, Bjørt? Hevur tú lisið greinina hjá Hera Mohr um, hvussu loysingarflokkarnir hava drenað landskassan?
Sum dømi um hvussu illa tey sjúku og veiku eru fyri kann eg bert nevna tey apoplexiraktu. Deildin, sum skal taka sær av bráðfengisviðgerð er stórt sæð spard burtur og tá ið hesi neyðars menniskju, sum ikki eru før fyri at rópa upp, verða útskrivað, verða tey útskrivað til onki.
Men Rósa Samuelsen roynir við umleggingum alt hvat hon kann fyri at fáa sum frægast burtur úr undir teimum avmarkaðu umstøðum, sum Tjóðveldi fyrst og fremst hevur skapt. Men fæst roknistykkið í heila tikið at ganga upp?
Nei, Bjørt, neyvan grætur tú, men tað gera vit, sum eru um hesi menniskju dagliga.