vanligt at samskifta við viðskiftafólkini á donskum og fekk til svar at tað var tað »og jeg håber at du kan leve med det«. Tað helt eg ikki at eg kundi. Seinni læs eg tilboðið nærri og sá tá at eg var farin [...] føroyskum. Ófatiligt at ein av Føroya størstu fyritøkum, ein fyritøka sum heldur seg at vera fyrimyndar-lig, virðir kundan so lágt. Óprofessionelt og háandi! Betur skiljandi er at telegrammóttøkan hjá [...] hjá somu fyritøku er mannað við fólki sum ikki dugur at skriva føroyskt. Við tað at viðskiftafólkið, sum ringir inn telegrammið, noyðist at stava seg ígjøgnum tekstin, um móttakarin skal fáa tað í lesiligum
Hóast hann ikki hevur tær stóru ætlaninar um at spæla í superligaini, so er tað ikki óhugsandi, at Jan Dam fer at gera júst hetta. Hevði hann ikki komið heim fríggjadagin, tí hann skuldi spæla við HB [...] hevur hann eisini spælt onkrar einkultar dystir. Sjálvur heldur Jan, at støðið í danmarksseriuni er nóg høgt til, at hann er klárur at leika fyri landsliðið aftur. Ikki seinasti dystur fyri HB Spurdur, um [...] sigur Jan Dam, at tað væntar hann ikki. Um HB hevur áhuga í at fáa Jan aftur, so er hann eisini áhugaður, sigur Jan. Í løtuni gongur Jan Dam á læraraskúla í Danmark, og tað er ikki óhugsandi, at hann kann skifta
hjá kundunum at gjørt sær eitt heildaryvirlit yvir hvat fyri reiðskap og útgerð heilsølan hevur at selja. Heilsølan metir tað verða av stórum týdningi, at gera eitt uppsøkjandi arbeiði fyri at røkja henda [...] framsýningin verður væl vitjað, og at teir vitjandi fáa nakað burtur úr. Heilsølan sigur at enda, at tað á framsýningini verða givin nøkur heilt góð tilboð. Sum sagt letur framsýningin upp mánadagin 14. desember [...] Í tíðindaskrivi frá heilsøluni verður sagt, at hetta er ein framsýning har allar tær vørur sum hava við flotan at gera verða vístar fram. Sum nú er, hava vørurnar ikki ligið á einum stað, og tí hevur tað
lønarhækkan uppá 5,6 prosent í tvey ár. Vit royna at fáa fatur á semjuni sum skjótast og ffara tá at hyggja nærri at nýggja sáttmálanum. Men úrslitið hevur við sær, at einki verkfall verður í fíggjarheiminum. [...] partarnar at semjast um ein nýggjan sáttmála. Partarnir vóru farnir til Eiðis at sammráðast av teirri orsøk, at tað vóru eingi egnaði høli í Havn, óg tað er kanska tað, sum hevur havt sína ávirkan á skjóta [...] fráboðanina út soleiðis, at verkfall skuldi byrjað hóskvøldið á midnátt. Men tá semingsmenninir komu upp í samráðingarnar síðst í seinastu viku var tað fyrsta teir gjørdu, at útseta verkfalli til týsdagin
veit eisini at siga, at tað er fyrstu ferð, at føroyski búskapurin hevur fingið eina meting, sum er so góð, at hann kann vera grundarlag fyri sjálvstýri. Jyllands Posturin sigur eisini, at Hvítabók hevur [...] heldur danska blaðið, sum vísir á, at Hvítabók vísir á, at Føroyar yvir eitt 15 ára skeið hevur eitt búskaparligt og politiskt grundarlag, sum ger tað møguligt at loysa frá Danmark og menna set til eina [...] Danmark millum politikarar. ? Danskir politikarar hava víst á, at initiativið nú liggur hjá føroyskum politikarum, veit blaðið eisini at siga frá donskum politikarum.
verið soleiðis, at eitt bræv kemur frá tryggingini um, at tryggingin hevur goldið verkstaðnum fyri arbeiðið og at møguleiki er fyri at fáa akfarið til eftirsýn. Um eitthvørt er at finnast at, so skal sigast [...] møguleika fyri at meta um arbeiðið. Tað kann ganga long tíð, áðrenn tað vísir seg, at arbeiðið ikki er gjørt til lítar. Tað er alment komið fram, at Tryggingarsambandið hevur gjørt avtalu um, at tímalønin hjá [...] Hervið hevur Tryggingarsambandið lagt eitt støði um tímalønina, sum allir bileigarar verða noyddir at gjalda, um bilurin skal á verkstað. Mín spurningur er, krevur Tryggingarsambandið nakra garanti frá
eru bara næmingarnar, tað gongur út yvir. Hann sigur, at nú er talan um prinsipp, og at Landsstýrið ikki ætlar sær at tapa. Samstundis sigur hann, at tað eru lærararnir, sum ikki vilja samstarva. Teir vilja [...] landsstýrismaður í undirvísingarmálum vónar, at ein loysn kemur heilt skjótt. Hann sigur, at Landsstýrið arbeiðir miðvíst við fleiri uppskotum til loysn. Og hann væntar, at tey kunnu leggjast fyri Yrkisfelagið [...] hann sigur tó, at sjálvandi ger Løgtingið, sum tað vil. So um Løgtingið samtykkir einahvørja lóg, verður ringt há honum at avgreiða málið eftir sínum uppskotum. Eilif Samuelsen viðgongur, at tað er ein ólukkulig
Starvsmannafelagið ger vart við, at okkara prinsipiella støða er, at tá myndugleikarnir geva skattaábøtur, so eiga hesar ábøtur at verða fyri allar lønarbólkar. Hetta uppskot er eftir okkara hugsan ikki [...] endamálið við lógini er, at fáa sjófólk sum eru farin av landinum, at koma heimaftur, men uppskotið, sum tað er orðað, stuðlar heldur sjófólki at fáa sær hýru við útlendskum skipum. Starvsmannafelagið kann undir [...] undir ongum umstøðum eigur at ganga yvir skattalógina. Hava ávísir bólkar ábøtur fyri neyðini, so skal hetta gerast uttan um skattalógina. Í øðrum lagi mótmæla vit harðliga, at ávís sjófólk ikki eru tikin
hann enn einaferð, at tað fór at vera kunngjørt í einum tíðindaskrivi. Men enn er einki tíðindaskriv komið. Vit kunnu tí bert gita, at nevndin í Føroya Fiskavirking hevur trupult við at finna nýggja stjóran [...] stjóran. Útvarpið visti at siga í kvøld, at Jákup Mørkøre ikki sjálvur hevði sagt upp, men at hann var koyrdur úr starvi. Vit kunnu sostætt bert staðfesta, at tað ikki verður Bergur í Garði, sum verður nýggi [...] hoyrt. So avgjørdur var Bergur í Garði, tá Sosialurin spurdi, um leysatíðindini vóru sonn sum søgdu, at hann er tann »rætti« nýggi stjórin í Føroya størsta arbeiðsplássi, Føroya Fiskavirking. Seinastu dagarnar
nýtti høvið at siga sína hugsan um verkfallið á miðnámsskúlunum. Tordur var ikki beinleiðis vinarliga sinnaður mótvegis landsstýrismanninum og metti, at hann hevði gjørt alt ov lítið fyri at fáa ein enda [...] Ingeborg Vinther, vísti hann á, at landsstýrismaðurin longu18. desember 1997 visti, ella burdi vita, at málið kundi fara so langt, sum tað nú er komið. Tordur fíltist á, at sambandið partanna millum ikki [...] var hildið viðlíka eftir at Yrkisfelgið hevði sagt seg ikki kunna taka undir við ætlaðu samanleggingini av tveimum studentaskúlum við skúlan á Kambsdali. Miðflokkamaðurin metti, at Eilif Samuelsen als ikki