Hetta vísir ein meingingskanning, sum Sonar hevur gjørt fyri JyllandsPostin, sum almannakunngjørdi kanningina mánakvøldið.
Hervið hava danir broyt meingin viðvíkjandi føroyskum sjálvstýri.
So seint sum í 1995 hildu bert 53%, at Føroyar skuldu hava sjálvstýri, meðan heili 34% vildu varðveita Føroyar í ríkisfelagsskapinum
Millum fortalararnar fyri sjálvstýri eru teir flestu millum veljararnar hjá CD, 82%, og fæst millum konservativu veljararnar, 60%.
Meiningskanningin fellir væl í tráð við búskaparliga og politiska gongdina í Føroyum, heldur danska blaðið, sum vísir á, at Hvítabók vísir á, at Føroyar yvir eitt 15 ára skeið hevur eitt búskaparligt og politiskt grundarlag, sum ger tað møguligt at loysa frá Danmark og menna set til eina sjálvstøðuga tjóð. Blaðið veit eisini at siga, at tað er fyrstu ferð, at føroyski búskapurin hevur fingið eina meting, sum er so góð, at hann kann vera grundarlag fyri sjálvstýri.
Jyllands Posturin sigur eisini, at Hvítabók hevur fingið positiva móttøku í Føroyum eins og í Danmark millum politikarar.
? Danskir politikarar hava víst á, at initiativið nú liggur hjá føroyskum politikarum, veit blaðið eisini at siga frá donskum politikarum.










