Fyrstu reglurnar eru longu skrivaðar

Tordur Niclasen um misálit á Eilif

Eisini Tordur Niclasen úr Miðflokkinum nýtti høvið at siga sína hugsan um verkfallið á miðnámsskúlunum.

Tordur var ikki beinleiðis vinarliga sinnaður mótvegis landsstýrismanninum og metti, at hann hevði gjørt alt ov lítið fyri at fáa ein enda á ósemjuni.

Eins og fleiri aðrir tingmenn, m.a. Marita Petersen og Ingeborg Vinther, vísti hann á, at landsstýrismaðurin longu18. desember 1997 visti, ella burdi vita, at málið kundi fara so langt, sum tað nú er komið.

Tordur fíltist á, at sambandið partanna millum ikki var hildið viðlíka eftir at Yrkisfelgið hevði sagt seg ikki kunna taka undir við ætlaðu samanleggingini av tveimum studentaskúlum við skúlan á Kambsdali.

Miðflokkamaðurin metti, at Eilif Samuelsen als ikki hevði livað upp til ta ábyrgd, ið ein landsstýrismaður átti at vísa. Samstundis ráddi Tordur Eilifi til, at fáa eina loysn á málinum, tí hann skuldi ikki kenna seg alt ov tryggan í landsstýrissessinum.

? Fyrstu tíggju reglurnar í misálitinum til landsstýrismannin í skúlamálum eru longu skrivaðar, segði Tordur Niclasen, tingmaður fyri Miðflokkin at enda í viðmerkingum sínum.