Jan Dam skal venja við superligaliðnum hjá Herfølge

Fótbóltur: Landsliðskempan Jan Dam, sum fyri kortum flutti til Danmarkar, hevur vant við eykaliðnum hjá Herfølge, síðani hann kom niður. Nú hevur Ole Mørch biðið hann um at venja við superligahópinum

Hóast hann ikki hevur tær stóru ætlaninar um at spæla í superligaini, so er tað ikki óhugsandi, at Jan Dam fer at gera júst hetta. Hevði hann ikki komið heim fríggjadagin, tí hann skuldi spæla við HB leygardagin,

so hevði royndi landsliðsleikarin vant saman við Jákupi Mikkelsen og restini av superligahópinum hjá Herfølge fríggjadagin.

Jan Dam sigur, at hann venur við Herfølga fýra ferðir um vikuna, og at hann ikki hevur stundir til meira, orsakað av síni skúlagongd. Seinastu tíðina hevur hann vant við danmarksseriuliðnum hjá Herfølge, og hevur

hann eisini spælt onkrar einkultar dystir.

Sjálvur heldur Jan, at støðið í danmarksseriuni er nóg høgt til, at hann er klárur at leika fyri landsliðið aftur.


Ikki seinasti

dystur fyri HB

Spurdur, um hann nú hevur leikt sín seinasta dyst fyri HB, sigur Jan Dam, at tað væntar hann ikki.

Um HB hevur áhuga í at fáa Jan aftur, so er hann eisini áhugaður, sigur Jan. Í løtuni gongur Jan Dam á læraraskúla í Danmark, og tað er ikki óhugsandi, at hann kann skifta skúla til læraraskúlan í Havn.