Starvsmannafelagið ger vart við, at okkara prinsipiella støða er, at tá myndugleikarnir geva skattaábøtur, so eiga hesar ábøtur at verða fyri allar lønarbólkar. Hetta uppskot er eftir okkara hugsan ikki annað enn ein fjaldur studningur til reiðararnar, sum undir ongum umstøðum eigur at ganga yvir skattalógina. Hava ávísir bólkar ábøtur fyri neyðini, so skal hetta gerast uttan um skattalógina.
Í øðrum lagi mótmæla vit harðliga, at ávís sjófólk ikki eru tikin við í lógini.
Her verður víst til § 25 a, stk. 7, og § 25 b, stk. 2, har tað beinleiðis verður undirstrikað, at lógin ikki fevnir um tey sjófólk, sum sigla undir føroysku skipaskránni, t.d. manningarnar á vaktarskipunum Magnus Heinason og skipunum hjá Strandferðsluni.
Sagt hevur verið, at endamálið við lógini er, at fáa sjófólk sum eru farin av landinum, at koma heimaftur, men uppskotið, sum tað er orðað, stuðlar heldur sjófólki at fáa sær hýru við útlendskum skipum.
Starvsmannafelagið kann undir ongum umstøðum góðtaka, at munur verður gjørdur á sjófólki, líkamikið um ein er til fiskiskap ella røkir aðrar sjóuppgávur.