Í tíðindaskrivi frá heilsøluni verður sagt, at hetta er ein framsýning har allar tær vørur sum hava við flotan at gera verða vístar fram. Sum nú er, hava vørurnar ikki ligið á einum stað, og tí hevur tað mangað verið sera torført hjá kundunum at gjørt sær eitt heildaryvirlit yvir hvat fyri reiðskap og útgerð heilsølan hevur at selja. Heilsølan metir tað verða av stórum týdningi, at gera eitt uppsøkjandi arbeiði fyri at røkja henda málbólk. Tí kemur ein slík framsýning væl við, bæði hjá heilsøluni og hjá teimum sum hava brúk fyri hesum vørum.
Á framsýningini verður alt møguligt at síggja, húkar, teymar, nylon, línur, knívar, boyir, spuliútgerð, reingerð o.m.a. Sum øllum kunnugt, so hevur heilsølan eisini júst fingið sær eina agnasølu.
Av heilsøluni vóna teir at framsýningin verður væl vitjað, og at teir vitjandi fáa nakað burtur úr. Heilsølan sigur at enda, at tað á framsýningini verða givin nøkur heilt góð tilboð.
Sum sagt letur framsýningin upp mánadagin 14. desember, og er hon opin hvønn gerandisdag til jóla.