Uppskot kemur um vikuskiftið

Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, sigur, at arbeitt verður við at fáa eina loysn á skúlatrætuni, sum nú hevur vart tríggjar vikur. Landsstýrið fer at koma við eina ótraditionellari loysn, sigur hann

Eisini Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum vónar, at ein loysn kemur heilt skjótt.

Hann sigur, at Landsstýrið arbeiðir miðvíst við fleiri uppskotum til loysn. Og hann væntar, at tey kunnu leggjast fyri Yrkisfelagið longu um vikuskiftið.

Hvat innihaldið í uppskotunum er, vil hann ikki upplýsa, men hann sigur so mikið, at tað eru bæði hann sjálvur, og Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum standa aftan fyri uppskotini.

»Og tað verður ein ótraditionell loysn,« sigur Eilif Samuelsen.

Men hann sigur tó, at sjálvandi ger Løgtingið, sum tað vil. So um Løgtingið samtykkir einahvørja lóg, verður ringt há honum at avgreiða málið eftir sínum uppskotum.

Eilif Samuelsen viðgongur, at tað er ein ólukkulig støða, sum er íkomin. Og tað eru bara næmingarnar, tað gongur út yvir.

Hann sigur, at nú er talan um prinsipp, og at Landsstýrið ikki ætlar sær at tapa.

Samstundis sigur hann, at tað eru lærararnir, sum ikki vilja samstarva. Teir vilja bara tvinga síni egnu sjónarmið ígjøgnum, og tap kann Landsstýrið ikki ganga við til, sigur Eilif Samuelsen.