Tað bleiv heldur einki verkfall í føroyska fíggjarheiminum hesaferð.
Fakfeløgini í fíggjarheiminum høvdu sent aðru fráboðanina út soleiðis, at verkfall skuldi byrjað hóskvøldið á midnátt.
Men tá semingsmenninir komu upp í samráðingarnar síðst í seinastu viku var tað fyrsta teir gjørdu, at útseta verkfalli til týsdagin. Tað vil siga, at var eingin semja komin á midnátt mánakvøldið, so var verkfall.
Men nú er alt liðugt og einki verkfall verður. Heldur ikki týsdagin.
Leygarmorgunin eydnaðist tað semingsmonnunum at fáa partarnar at semjast um ein nýggjan sáttmála.
Partarnir vóru farnir til Eiðis at sammráðast av teirri orsøk, at tað vóru eingi egnaði høli í Havn, óg tað er kanska tað, sum hevur havt sína ávirkan á skjóta úrslitið.
Vit hava ikki fingið semjuna í smálutum, men sum vit skilja snýr tað seg um eina lønarhækkan uppá 5,6 prosent í tvey ár.
Vit royna at fáa fatur á semjuni sum skjótast og ffara tá at hyggja nærri at nýggja sáttmálanum.
Men úrslitið hevur við sær, at einki verkfall verður í fíggjarheiminum.