A. Guttormur Djurhuus
Nú ein dagin kom mær fyri eygað tilboð til føroyskt viðskiftafólk, frá Føroya Tele, um telefonútgerð, skrivað á donskum. Sjálvandi gjørdist eg bilsin og ringdi til viðkomandi, sum skrivað hevði tilboðið og spurdi um tað var vanligt at samskifta við viðskiftafólkini á donskum og fekk til svar at tað var tað »og jeg håber at du kan leve med det«. Tað helt eg ikki at eg kundi.
Seinni læs eg tilboðið nærri og sá tá at eg var farin skeivur. Tað var ikki skrivað á donskum, men á einum blandingsmáli av donskum og føroyskum. Ófatiligt at ein av Føroya størstu fyritøkum, ein fyritøka sum heldur seg at vera fyrimyndar-lig, virðir kundan so lágt. Óprofessionelt og háandi!
Betur skiljandi er at telegrammóttøkan hjá somu fyritøku er mannað við fólki sum ikki dugur at skriva føroyskt. Við tað at viðskiftafólkið, sum ringir inn telegrammið, noyðist at stava seg ígjøgnum tekstin, um móttakarin skal fáa tað í lesiligum líki, gerst avgreiðslutíðin drúgv og kostnaðurin hareftir høgur. Ein munagóð hjálp til umsetningin hjá Føroya Tele.