talið á fólkaskúlum í Føroyum úr 56 og niður í 20 skúlar. Tað skrivar Sosialurin í dag. Endamálið við ætlanin er at savna næmingarnar í færri og størri skúlar, og harvið hækka um støðið í fralæruni. Helena [...] inna, arbeiðir við einum reformi í fólkaskúlanum, og ætlanin er í løtuni til viðgerðar í teimum politisku flokkunum. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tað eru limirnir í mentanarnevndini hjá Løgtinginum [...] Laksáfoss er formaður í mentanarnevndini og hann sigur, at yvirskipaða úrslitið av skúlareforminum er, at í framtíðini vera tað ikki meiri enn einir 20 fólkaskúlar eftir í Føroyum. Magni Laksáfoss heldur
samfelagið. Tí tað merkir, at pengarnir verða verandi í landinum og koma í umfar her, og tað skapar ringvirkningar út í alt samfelagið, sigur Mourits Mohr, stjóri í MEST. Hann sigur, at ferjurnar síggja rímiliga [...] ferjurnar vórðu bygdir í lønlágum londum sum Polen ella Turkalandi. Men restin kundi verið gjørd í Føroyum, og tað hevði drigið arbeiði at sær, eins og tað hevði varðveitt handverkið í landinum, sigur Mourits [...] Verður ætlanin hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum, Johan Dahl, um at byggja fýra nýggjar ferjur, harav meginparturin skal gerast í Føroyum, so er MEST til reiðar at taka eina slíka uppgávu á seg
kemur til Føroya í apríl Al Gore, fyrrverandi varaforseti í USA er ein av kendastu persónunum í heiminum og hevur fram um nakran annan sett spurningar um verðurlagsbroytingar á dagsskrá í alheims samfeløgum [...] Al Gore í Føroyum áhuga, er at teir verða gjørdir varugir við ráðstevnuna. Fyrireikarnanir av ráðstevnuni hava tí sett Tórun Ellingsgaard at samskipa PR-arbeiði í sambandi við TACC ráðstevnuna í apríl. [...] árini. Fyri hetta fekk hann friðarheiðursløn Nobels í fjør. 7. apríl fer Al Gore at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum um júst hesi viðurskifti. Í tí sambandi ynskja fyrireikararnir av ráðstevnuni at
Vogel var við Burning Red Ivanhoe fyrst í sjeytiárunum. Frá 1976 fastur gestur hjá Havnar Jazzfelag. Hann hevur verið við á fyrstu plátuni, ið nevndist Jazz í Føroyum í 1977. Eisini hevur hann verið við á [...] Í 1981 kom plátan Veðurløg eftir Karsten Vogel. Hetta eru løg, ið hann hevur gjørt við íblástri frá føroyska veðurlagnum. Havnar Jazzfelag bílegði verkið, ið varð frumframført í Sjónleikarhúsinum í Havn [...] Jan Jacobsen, umframt Karsten Vogel. Flúgva aftur Nú er langt nakað síðani, at hann vitjaði í Føroyum, men í gjár kom Karsten Vogel enn einaferð til Føroya at halda konsertir saman við føgru fuglunum.
Eins og í føroyskum miðlum hevur flogvanlukkan í Stord fylgt nógv í norsku fjølmiðlunum. Í Føroyum eru vit øll ógvuliga upptikin av, hvat hendir í Noreg og, hvat nýtt kemur undan kavi rundan um vanlukkuna [...] vanlukkuna men í Noreg eru tey sanniliga eisini áhugað í, hvat hendir í Føroyum, nú talan var um eitt føroyskt flogfar. Samband og kontaktir Fyri at fáa sum mest burturúr og best møguligar upplýsingar og myndir [...] og myndir úr Føroyum, og tað hava teir eisini fingið alla tíðina. Hetta sæst millum annað aftur í, at myndin av Maibritt Magnussen og søgan um hana, sum í gjár var á forsíðuna á Sosialinum, í dag eisini
Átala Í opnum brævi til grønlendska Siumut flokkin og Lars Emil Johansen, fólkatingsmann floksins, átalar Jóannes Eidesgaard, at Lars Emil Johansen leggur seg út í innanhýsis viðurskifti í Føroyum. Tað [...] Javnaðarflokkin, at vit ikki í hesum máli kunnu halda ta kendu kósina, har vit í virðing fyri hvørjum øðrum lata vera við at blanda okkum upp í innanhýsis politiska ósemjur í báðum londunum. [...] ferð eftir ferð hava víst á, at hetta málið bara kann avgerast av føroyingum í Føroyum. Eisini hevur Fólkatingið tann 10. mai í ár næstan einmælt boðað frá, at hesi viðurskifti avgera føroyingar sjálvir
ein fíggjarligur fyrimunur fyri vinnulívsfólk í Føroyum at flyta virksemið uttanlands. Tað staðfestir Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Í hesum føri hugsar hann mest um fisk, nevniliga [...] smann í fiskivinnumálum, at greiða frá, hvat ætlanin er at gera við tað. Helgi Abrahamsen sigur, at føroyingar hava bygt upp eina vitan á hesum øki. So leingi, fiskurin verður virkaður í Føroyum, verður [...] in. Men hann ásannar samstundis, at í løtuni er hetta ein stór avbjóðing, og ein orsøk til tað, er, at summa staðni uttanlands er lønin so nógv lægri enn í Føroyum, at føroysk virki eru ikki kappingarfør
frádráttirnar teir hava í skattinum. Tað er niðurstøðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í eini nýggjari búskaparfrágreiðing. Men peningurin, sum landskassin, og kommunurnar so fáa meiri inn í skatti, skulu so brúkast [...] stórt trot á arbeiðsmegi í Føroyum, men samstundis hava vit eina skattaskipan sum beinleiðis eggjar fólki at fara uttanlands at arbeiða. Fyri at eggja fólki at arbeiða í Føroyum, og fyri at eggja íleggjarum [...] sum eru við skipum í altjóða donsku skrásetingini, DIS, hava rætt til samdøgursfrádrátt. Frádrátturin er 300 krónur um dagin og tað verður drigið frá inntøkuni. Fiskimenn í Føroyum kunnu draga 14 prosent
sjúkur, ið lutfalsliga nógv er til av í Føroyum. Landssjúkrahúsið sigur á heimasíðuni, at Endamálið er at finna sjúkur so skjótt sum til ber, so børnini kunnu setast í viðgerð. Hetta er ein partur av eini [...] kostætlan, kunnu tey verða álvarsliga sjúk. Men kortini verður ikki kannað fyri GSDIIIa í Føroyum og hetta er beinleiðis í stríð við tilmælini hjá WHO, sum er heilsustovnurin hjá ST um at kanna pinkubørn. [...] Katrin Eivindardóttir Danielsen, Phd, stendur fyri saman við ljósmøðratænastuni á Landssjúkrahúsinum Í Føroyum er ymsar arvaligar sjúkur nógv vanligari enn tær eru aðrastaðni, og orsøkin er at føroyingar eru
undir Føroyum eru sera illa fyri og tí eigur fiskiskapurin at verða minkaður. Tað sigur Havstovan í dag. Tað staðfestir rágevingin hjá ICES, sum hevur latið sítt tilmæli um fiskiskapin undir Føroyum næsta [...] veiðutrýstið 63% í mun til miðalveiðutrýstið seinastu trý árini. Toskurin á Føroya Banka er líka illa fyri. - Stovnurin hevur verið sera illa fyri í nógv ár, eingi tekin eru um, at hann er í menning, sigur [...] verið sera lítil síðani 2005, og hóast hann er í spakuligum vøkstri, er hann framvegis nær minstamarkinum fyri, hvat ið er ráðiligt. Veiðutrýstið hevur verið í minking síðani 2002, men tað er enn ov høgt