Fremja sosiala dumping við føroyskum fiski

Høgni Hoydal skal nú greiða frá, hvat hann ætlar at gera við tað

Sum støðan er nú, er tað ein fíggjarligur fyrimunur fyri vinnulívsfólk í Føroyum at flyta virksemið uttanlands. Tað staðfestir Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

 

Í hesum føri hugsar hann mest um fisk, nevniliga at føroyskur fiskur fer óvirkaður av landinum á virki uttanlands at verða virkaður. Og nú vil hann hava Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, at greiða frá, hvat ætlanin er at gera við tað. 

 

Helgi Abrahamsen sigur, at føroyingar hava bygt upp eina vitan á hesum øki. So leingi, fiskurin verður virkaður í Føroyum, verður hendan vitanin varðveitt, men verður fiskurin førdur uttanlands at verða virkaður, er tað skjótt at missa hesa vitanina aftur, sigur løgtingsmaðurin.

 

Men hann ásannar samstundis, at í løtuni er hetta ein stór avbjóðing, og ein orsøk til tað, er, at summa staðni uttanlands er lønin so nógv lægri enn í Føroyum, at føroysk virki eru ikki kappingarfør við virki uttanlands. Tí liggur eitt støðugt trýst á, at fáa flutt arbeiðið til virki uttanlands. Hetta merkir samstundis, at stórt tal av arbeiðsplássum í Føroyum, við framleiðsluvitan hvørvur, sigur hann. 

 

– Okkara mál má vera, at alt tað føroyska samfelagið skal fáa so nógv sum til ber burturúr hvørjum kilo av fiski sum verður flutt av landinum. Her eigur bæði at vera hugsað um hagreiðingina umborð á skipum og virking á landi, sigur Helgi Abrahamsen. 

 

Hann vísir á, at sum er, bjóða føroysk virki um kapp við útlendsk virki um føroyska fiskin. Útlendsku virkini selja fisk til somu keyparar, sum føroysku virkini selja til. Prísurin er eisini tann sami. Men av tí at útlendsku virkini rinda munandi lægri tímalønir enn føroysku virkini, kunnu tey bjóða skipunum hægri prís. 

 

– Við øðrum orðum sosial dumping av føroyskari rávøru, staðfestir løgtingsmaðurin. 

 

– Eitt útlendskt virki, sum bjóðar 10 oyru meira fyri hvør kilo enn eitt føroyskt virki bjóðar, fær allan fiskin og sostatt liggur vinningurin av føroyska fiskinum í útlandinum. Fíggjarliga talar tískil alt fyri, at føroyskir virkiseigarar flyta sítt virksemi til onnur lond, og harvið missa vit vitanina, vit hava bygt upp, og spurningurin er, hvat landsstýrið ætlar at gera við tað, spyr Helgi Abrahamsen.