Jóannes átalar Lars Emil

Jóannes Eidesgaard, formaður í Føroya Javnaðarflokki, átlar, at grønlendski fólkatingsmaðurin, Lars Emil Johansen úr Siumut, útnevnir seg sjálvn til talsmann hjá Tjóðveldisflokkinum á Fólkatingi og harvið leggur seg beinleiðis út í innanhýsis føroysk viðurskifti

 

Átala


Í opnum brævi til grønlendska Siumut flokkin og Lars Emil Johansen, fólkatingsmann floksins, átalar Jóannes Eidesgaard, at Lars Emil Johansen leggur seg út í innanhýsis viðurskifti í Føroyum.

Tað er beinleiðis brot á altjóða sið, at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti hjá einum øðrum landi, vísir Jóannes Eidesgaard á. Men tað er júst tað, Lars Emil Johansen ger, tá hann í samrøðu við Útvarp Føroya ger seg til talsmann hjá føroyska Tjóðveldisflokkinum á Fólkatingi.

Í samrøðu við Útvarp Føroya sunnudagin segði Lars Emil Johansen, at hann vildi vera talsmaður hjá Høgna Hoydal og Torbirni Jacobsen á Fólkatingi í málinum um sjálvstýri føroyinga mótvegis Danmark.

Í brævinum til flokkin og fólkatingsmannin sigur Jóannes Eidesgaard, at málið um føroyskt sjálvstýrið, sum Tjóðveldisflokkurin leggur tað fram á Fólkatingi, er eitt mál, sum kemur frá einum politiskum minniluta í Føroyum.

Tí undrar tað Førya Javnaðarflokk, at ein fólkatingsmaður fyri Siumut ger seg til talsmann fyri ein føroyskan minniluta.

Eisini vísir Jóannes Eidesgaard á, at danskir politikarar, seinast forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen, ferð eftir ferð hava víst á, at hetta málið bara kann avgerast av føroyingum í Føroyum. Eisini hevur Fólkatingið tann 10. mai í ár næstan einmælt boðað frá, at hesi viðurskifti avgera føroyingar sjálvir.

Jóannes Eidesgaard endar brævið við at siga, at tað ørkymlar Javnaðarflokkin, at vit ikki í hesum máli kunnu halda ta kendu kósina, har vit í virðing fyri hvørjum øðrum lata vera við at blanda okkum upp í innanhýsis politiska ósemjur í báðum londunum.