Fiskimenn, og føroyingar, sum arbeiða uttanlands, eiga at missa allar frádráttirnar teir hava í skattinum. Tað er niðurstøðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í eini nýggjari búskaparfrágreiðing.
Men peningurin, sum landskassin, og kommunurnar so fáa meiri inn í skatti, skulu so brúkast til at lækka skattin hjá vanligum fólki.
Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at tað er stórt trot á arbeiðsmegi í Føroyum, men samstundis hava vit eina skattaskipan sum beinleiðis eggjar fólki at fara uttanlands at arbeiða.
Fyri at eggja fólki at arbeiða í Føroyum, og fyri at eggja íleggjarum at gera íløgur, og skapa arbeiðspláss í Føroyum, er neyðugt at gera Føroyar meira kappingarførar.
– Tí er fremsta tilmæli hjá Arbeiðsgevarafelagnum at lækka vanliga skattin, serliga á lágum og miðalinntøkum upp til einar 400.000 til 500.000 krónur.
Men skattaskipanin má eisini broytast soleiðis at tað altíð loysir seg at arbeiða.
– Skattaskipanin má ongantíð seta fólk í eina støðu, har tað floysir seg betur at lata vera við at arbeiða. Hetta er eisini galdandi fyri pensjónistar, ið hava hug og møguleika at vinna sær eina inntøku afturat pensjónini, siga arbeiðsgevararnir.
Men skal skatturin lækkast, skulu pengarnir fáast aðrastaðni frá, og í hesum sambandi mælir Arbeiðsgevarafelagið til at føroyskir fiskimenn, og føroyingar, sum arbeiða uttanlands, skulu missa allar skattafrádráttir, teir hava.
Fiskimenn við norðurlendskum skipum, og tey, sum eru við skipum í altjóða donsku skrásetingini, DIS, hava rætt til samdøgursfrádrátt. Frádrátturin er 300 krónur um dagin og tað verður drigið frá inntøkuni.
Fiskimenn í Føroyum kunnu draga 14 prosent frá inntøkuni upp til 470.000 kr. Frádrátturin er eisini galdandi fyri føroyingar við skipum úr hinum Norðurlondunum.
Harumframt kunnu onnur, ið arbeiða uttanlands, draga 30 prosent frá inntøkuni upp til 400.000, og so rinda tey 35 prosent í skatti av restini.
– Hesar skipanirnar eru kappingaravlagandi stuðulskipanir úr føroyska landskassanum til útlendskar arbeiðsgevarar at seta føroyingar í starv fyri, samstundis sum trot á arbeiðsmegi er ein forðing fyri framhaldandi vøkstri í føroyska búskapinum, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Felagið mælir tískil til at strika allar slíkar frádráttir og serskipanir, og at brúka vinningin hjá landi og kommunum til at lækka vanliga lønarskattin.