Fiskiskapurin undir Føroyum skal minkast munandi

Stovnarnir á botnfiski undir Føroyum eru sera illa fyri og tí eigur fiskiskapurin at verða minkaður.

Tað sigur Havstovan í dag.

Tað staðfestir rágevingin hjá ICES, sum hevur latið sítt tilmæli um fiskiskapin undir Føroyum næsta ár.

ICES sigur, at hvat toski á landgrunninum viðvíkur, hevur gýtingarstovnurin verið sera lítil síðani 2005, og hóast hann er í spakuligum vøkstri, er hann framvegis nær minstamarkinum fyri, hvat ið er ráðiligt.

Veiðutrýstið hevur verið í minking síðani 2002, men tað er enn ov høgt.

- Samstundis hevur tilgongdin seinastu árini hevur verið undir miðal.

Tí mælir ICES til at minka veiðutrýstið 63% í mun til miðalveiðutrýstið seinastu trý árini.

Toskurin á Føroya Banka er líka illa fyri.

- Stovnurin hevur verið sera illa fyri í nógv ár, eingi tekin eru um, at hann er í menning, sigur ICES.

Tí hevur felagsskapurin somu ráðgeving fyri næsta ár, sum hevur verið síðani 2008. Og tað er, at eingin toskafiskiskapur eigur at verða loyvdur á Føroyabanka, fyrr enn yvirlitstrolingarnar hjá Havstovuni vísa, at stovnurin er komin fyri seg aftur.

Gýtingarstovnurin av hýsu undir Føroyum er eisini sera illa fyri og søguliga hevur hann ongantíð verið so lítil sum nú.

Síðani 2010 hevur hann verið mettur at vera undir minstamarkinum fyri, hvat er ráðiligt.

- Veiðutrýstið er beint oman fyri tilrádda veiðutrýstið, men av tí at tilgongdin síðan 2003 hevur verið væl undir miðal, vil gýtingarstovnurin, sjálvt við ongari veiðu, halda seg undir minstamarkinum.

- ICES endurtekur ráðgevingina frá í fjør og sigur, at eingin beinleiðis fiskikapur eigur at verða eftir hýsu og at hjáveiðan í fiskiskapinum efir øðrum stovnum eigur at vera so lítil, sum gjørligt.

Annars er tað neyðugt við eini ætlan fyri, hvussu hýsustovnurin kann koma fyri seg aftur, heldur ICES.

Frægast stendur til hjá upsanum undir Føroyum.

Gýtingarstovnurin er minkaður munandi síðani 2006, men er enn hampuliga væl fyri.

- Veiðutrýstið er minkað síðani 2009, men er enn oman fyri tilrádda veiðutrýstið.

- Tilgongdin seinastu árini hevur verið yvir miðal. Men kortrini mælir ICES til at minka veiðutrýstið 44% aftur ímóti miðalveiðutrýstinum seinastu trý árini.

Savnsmynd