Í 1981 kom plátan Veðurløg eftir Karsten Vogel. Hetta eru løg, ið hann hevur gjørt við íblástri frá føroyska veðurlagnum. Havnar Jazzfelag bílegði verkið, ið varð frumframført í Sjónleikarhúsinum í Havn á ólavsøku í 1980 og fleiri konsertir vóru í samband við plátuna. Við á hesi plátu er bólkurin Fagrir Fuglar, ið hevði føroyska manning: Ólavur Øster, Ernst Dalsgarð, Kristian Blak, Jóhannus á Rógvu Joensen og Jan Jacobsen, umframt Karsten Vogel.
Flúgva aftur
Nú er langt nakað síðani, at hann vitjaði í Føroyum, men í gjár kom Karsten Vogel enn einaferð til Føroya at halda konsertir saman við føgru fuglunum. Teir eru nú Ólavur Øster, guitar, Kristian Blak, klaver, Jóhannus á Rógvu Joensen, bass og Kaj Johannesen, trummur.
Fagrir Fuglar spæla í kvøld og í morgin á Café Natúr klokkan 21:30. Klokkan 20:00 leygarkvøldið spæla teir á Meiarínum og sunnukvøldið klokkan 22:00 í Kagganum.
Føroyavinur
Karsten Vogel var við Burning Red Ivanhoe fyrst í sjeytiárunum. Frá 1976 fastur gestur hjá Havnar Jazzfelag. Hann hevur verið við á fyrstu plátuni, ið nevndist Jazz í Føroyum í 1977. Eisini hevur hann verið við á Brongl, Snjóuglan, Sunleif Rasmussen Kvartett, Jazz í Føroyum 3 og fleiri øðrum plátum. Hann hevur eisini í nógv ár verið útvarpsvertur hjá Danmarks Radio.
Um vikuskiftið flúgva føgru fuglarnir aftur og ger veðurlagið ikki um seg, so ber væl til at leita sær at lurta eftir Fagrir Fuglar, ið nærum leika aftur við upprunamanningini frá 1981