Politisku flokkarnir viðgera nú eina ætlan um at minka talið á fólkaskúlum í Føroyum úr 56 og niður í 20 skúlar. Tað skrivar Sosialurin í dag. Endamálið við ætlanin er at savna næmingarnar í færri og størri skúlar, og harvið hækka um støðið í fralæruni.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, arbeiðir við einum reformi í fólkaskúlanum, og ætlanin er í løtuni til viðgerðar í teimum politisku flokkunum.
Arbeiðið er skipað soleiðis, at tað eru limirnir í mentanarnevndini hjá Løgtinginum, sum eru millumliðið ímillum politisku flokkarnar og landsstýriskvinnuna. Tá ið flokkarnir hava viðgjørt spurningin innanfloks, skulu teir boða henni frá, hvørja støðu teir hava til spurningin
Magni Laksáfoss er formaður í mentanarnevndini og hann sigur, at yvirskipaða úrslitið av skúlareforminum er, at í framtíðini vera tað ikki meiri enn einir 20 fólkaskúlar eftir í Føroyum.
Magni Laksáfoss heldur, at tað eru ov nógvir smáir skúlar í Føroyum, og tað elvir til ov vánaliga undirvísing.
- Skipa vit landið í størri skúlar, ber til at fáa nógv betri undirvísing fyri somu játtan, tí tað ber til at fáa nógv meiri burtur úr lærarakreftunum, sigur magni Laksafoss við Sosialin.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hevur ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar til reformin av fólkaskúlanum.
- Eg havi boðið øllum flokkum til samstarv í eini roynd at finna eina semju, og eg haldi at vit eiga at geva okkum sjálvum arbeiðsfrið at tosa um teir ymsu møguleikar, sigur Helena Dam á Neystabø.