MEST er til reiðar

Verður ætlanin hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum, Johan Dahl, um at byggja fýra nýggjar ferjur, harav meginparturin skal gerast í Føroyum, so er MEST til reiðar at taka eina slíka uppgávu á seg.

- Hetta ljóðar ógvuliga spennandi, og verður verkætlanin veruleiki, er tað ikki bert gott fyri skipasmiðjuna, men fyri alt samfelagið. Tí tað merkir, at pengarnir verða verandi í landinum og koma í umfar her, og tað skapar ringvirkningar út í alt samfelagið, sigur Mourits Mohr, stjóri í MEST.

Hann sigur, at ferjurnar síggja rímiliga einfaldar út at byggja, hóast havast skal í huga, at talan bert er um eina skitsu. Møguleikin at byggja eitt rannsóknarskip var eisini uppi at venda í tann mun, hetta kundi forða vcerkætlanini við teimum fýra ferjunum.

- Eitt rannsóknarskip er spesialbygging úr enda í annan. Ferjurnar eru munandi lættari at fáast við, men tað hevur eisini týdning fyri at varðveita handverkið í landinum, at vit fáa slík arbeiði at gera, sigur Mourits Mohr.

Tað eru fleiri ár síðani, at eitt skip varð bygt í Føroyum, og tí hevði ein slík verkætlan verið kærkomin.

- Tað verður alt meiri farið burtur frá, at stálarbeiði verður gjørt í Norðanlondum, og tí hevði eg væntað, at skrokkarnir til hesar ferjurnar vórðu bygdir í lønlágum londum sum Polen ella Turkalandi. Men restin kundi verið gjørd í Føroyum, og tað hevði drigið arbeiði at sær, eins og tað hevði varðveitt handverkið í landinum, sigur Mourits Mohr.