Eins og í føroyskum miðlum hevur flogvanlukkan í Stord fylgt nógv í norsku fjølmiðlunum.
Í Føroyum eru vit øll ógvuliga upptikin av, hvat hendir í Noreg og, hvat nýtt kemur undan kavi rundan um vanlukkuna men í Noreg eru tey sanniliga eisini áhugað í, hvat hendir í Føroyum, nú talan var um eitt føroyskt flogfar.
Samband og kontaktir
Fyri at fáa sum mest burturúr og best møguligar upplýsingar og myndir, er tí týdningarmikið at hava samband og fáa kontaktir á staðnum har tað hendir. Tí valdi Sosialurin at ganga saman við norsk bløð, og soleiðis bar til at fáa myndir frá vanlukkustaðnum, fáa fakta og upplýsingar og síðani borðreiða hetta fyri okkara lesarum.
Hinvegin eru norsku miðlarnir eisini altráaðir eftir at fáa upplýsingar og myndir úr Føroyum, og tað hava teir eisini fingið alla tíðina. Hetta sæst millum annað aftur í, at myndin av Maibritt Magnussen og søgan um hana, sum í gjár var á forsíðuna á Sosialinum, í dag eisini er høvuðssøga í fleiri norskum bløðum.
Maibritt ble helt í flydramaet skrivar VG, sum hevur Maibritt sum forsíðusøgu. Helten fra flammehavet skrivar Bergens Avis, sum somuleiðis hevur Maibritt sum høvuðssøgu, men eisini onnur bløð, sum Bergens Tidende og Aftenposten hava givið søguni nógv pláss á teirra síðum, og søgan í Sosialinum í gjár verður endurgivin.
Hetta er eitt ógvuliga gott dømi um, hvussu týdningarmikið tað er, at alliera seg við aðrar miðlar og lata upplýsingar og myndir sína millum, soleiðis at lesarin fær ta bestu søguna.