sum tað er neyðugt at játta fyri at basa trupulleikanum, um tað so fer at kosta 10 ella 20 milliónir. Her hugsaðu tinglimir ikki bara um at styrkja tolleftirlitið, men eisini um at fáa eina miðvísa ætlan [...] milliónir til at viðgera fólk, sum eru endað í rúsevnatrupulleikum. Men hann heldur, at tað er í skeivum enda, at pengarnir verða brúktir. Hann vil heldur játta pengar til at forða fyri, at fólk enda í einum [...] tí endamáli at fyribyrgja at ungdómar enda í misbrúki. Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, gjørdi greitt, at hann játtar gleðiliga 10 ella 20 milliónir til endamálið. Hann vísir á, at vit játta
um, at amerikanski forsetin, Joe Biden, fer at koma til Grønlands í sínari forsetatíð - og kanska longu tað fyrsta ári av forsetaskeiði sínum. Tað skrivar Sermitsiaq í dag. Heimasíðan skrivar, at lítið [...] lítið hevur verið at hoyrt um, hvørjar ætlanir Joe Biden hevur í samband við Arktis, men tey flestu meta, at hann fer at hava líka nógv fokus á Arktis, sum undanmaður hansara, Donald Trump, hevði. Limurin [...] Haraftrat kemur, at amerikanski forsetin er áhugaður í veðurlagnum og vil vera ein stórur veðurlagsprofilur. Martin Lidegaard vísir á, at øll slík viðurskifti kann Joe Biden seta á dagsskránna við at vitja sínar
broti. Eg vóni at vera aftur á ísinum til endaspælið í mars, sigur Ákos Berger við heimasíðuna hjá Újpest. Kevin Szabad hevur fingið 14 dystir leikbann fyri takklingina. Ein av orsøkunum er, at hann flutti [...] flutti økslina ímóti dómaranum og harvið ikki royndi at koma sær undan at takkla. - Tað finst eingin umbering fyri nærkontakt við ein dómara. Ein samanbrestur, tilætlaður ella ikki, skal ikki vera ein partur [...] dómara og nú hevur fingið 14 dystir leikbann. Tað var í dystinum ímillum FTC Telekom og Újpest hósdagin, at Újpest-leikarin, Kevin Szabad, takklaði dómaran, Ákos Berger. Ákos Berger misti vitið og varð fluttur
bilarnir fóru so illa, at teir vórðu vrak. Í tí eina bilinum sótu Pól Johannesen og Erla Mortensen, sum vóru á veg úr Klaksvík til Nesvíkar. Bæði eru tey í dag takksom fyri, at tey komu frá óhappinum við [...] sita í bilinum, rútarnir fara og airbagini bresta upp, sigur Pól Johannesen. ##med2## – Pól sigur, at eg havi skríggjað, men tað minnist eg ikki. Eg minnist royk, knústar rútar og airbag, sum eru brostin
hann á palli á sandinum á G! Festivalinum. Tað var eyðsýnt, at hann var komin upp í árini og onkuntíð hevði trupult við at minnast orð og at raka rætta tónan – bæði við rødd og gittar. Kortini var tað [...] hugtakandi hátt. Nú hevur Kris Kristofferson boðað frá, at hann gevst at spæla konsertir. Og tað verður ikki við einari seinastu konsertferð, at hann skal seta punktum. Hann er givin. – Hetta var ikki [...] Tamara Saviano, umboðsfólk hjá Kristofferson. Eingin visti tí, at konsertin hjá Kristofferson í januar í 2020 á Outlaw Country Cruise fór at vera hansara seinasta. – Nei, tað vistu vit einki um. Kris skuldi
##med2## Tað eru nøkur ár síðani, at EB/Streymur kappaðist í toppinum í føroyskum fótbólti, men tað eru tekin um, at felagið aftur er við at fóta sær. Eftir nøkur ár við upp og niðurflyting, so hevur [...] hevur EB/Streymur fingið nakað av tilgongd, sum ger at liðið sær naka sterkari út, men hvat er málið fyri komandi kappingarár, og koma vit nakrantíð at síggja EB/Streym í toppinum av føroyskum fótbólti aftur [...] uppá í sendingini Fótbóltspanelið á FM1, ið Tróndur Arge reikaði fyri. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.
Í grein á sudurras.fo óttast Bárður G. Nielsen fyri, at úrgerð og serfrøði fer av landinum, innan arbeiðið at gera Suðuroyartunnil er komið nakaran veg. Bárður Gunnarstein Nielsen er býráðslimur í Vági [...] . Tí landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur nú ætlanina hjá landsstýrinum verða broytta, soleiðis at peningur verður ikki settur av til verkætlanina í 2024, men heldur í 2025. Sostatt er tað útsett til [...] játtanin til Suðuroyartunnilin verður útsett, so frætta okur frá landsstýrismanninum við fíggjarmálum, at Fámjinstunnilin skal bjóðast út í summar, skrivar Bárður G. Nielsen millum annað í greinini á Suðurrás
tað fyrsta uppgávan hjá nývalda býráðnum í Havn, er at hækka gjaldið fyri at fáa graviloyvi. Í Býráðnum halda tey, at tað er ov bíligt at fáa loyvi til at grava vegir og gongubreytir, ella annað, upp, har [...] umframt mvg. Tá ið hugsað verður um at manning við lastbili og asfaltamboðum skal avstað til uppgávur av hesum slag, heldur býráðið, at eitt fast byrjunargjald, eigur at verða ásett. Og umsitingin hjá býráðnum [...] komin til tað úrslit, at eitt hóskandi byrjunargjald er 1.500 krónur, umframt mvg. Og afturat tí skal so eisini gjaldast fyri teir fermetrarnar, sum skulu asfalterast. Tað merkir, at tá ið ein fermetur av
framhaldandi skal vera bíligt at keypa sær elbil. Tað merkir at elbilar skulu framhaldandi sleppa undan at rinda avgjøld til landskassan. Men tað nýggja er, at nú ætlar landsstýrið, at eisini hybridbilar og plug-in [...] eigur ikki at verða ein fíggjarligur fyrimunur hjá fólki at fáa sær ein hybrid bil, ella ein plug-in hybridbil. Tað halda tey á Umhvørvisstovuni. Løgtingið viðger eitt uppskot frá Samgonguni um at tað framhaldandi [...] staðfestur, at endamálið við orkupolitikkinum er at skifta olju út við grøna orku allastaðni, har tað ber til. Hesi næstu tvey árini kemur nógv nýggj vindorka í elskipanina og tá verður so nógv vindorka, at tað
ger, at umframt rúsin, føla fólk við ADHD, at rúsurin ger teimum væl, tí tey fáa minni órógv, og kenslan av, at vera øðrvísi, og ikki passa inn, minkar. Men hon sigur, at veikleikin er eisini, at tey, [...] nýtslu, og fyri at fáa eina fullfíggjaða og væleydnaða rúsevnisviðgerð, tá skaðin er hendur, sigur hon. Hon sigur sostatt, at alt bendir uppá, at verður ADHD staðfest tíðliga, so at tey fáa hjálp, er tað [...] fyribyrgingin ímóti at børn og ung verða misbrúkarar, ella enda í kriminaliteti. – ADHD ger, at tey eru í nógv størri vanda at fella fyri freistingunum, tí ein avleiðing av ADHD er, at evnið, dopamin, manglar