Tað eigur ikki at verða ein fíggjarligur fyrimunur hjá fólki at fáa sær ein hybrid bil, ella ein plug-in hybridbil. Tað halda tey á Umhvørvisstovuni. Løgtingið viðger eitt uppskot frá Samgonguni um at tað framhaldandi skal vera bíligt at keypa sær elbil. Tað merkir at elbilar skulu framhaldandi sleppa undan at rinda avgjøld til landskassan.
Men tað nýggja er, at nú ætlar landsstýrið, at eisini hybridbilar og plug-in hybridbilar, skulu sleppa undan avgjøldum til landskassan.
Umhvørvisstovan staðfestur, at endamálið við orkupolitikkinum er at skifta olju út við grøna orku allastaðni, har tað ber til.
Hesi næstu tvey árini kemur nógv nýggj vindorka í elskipanina og tá verður so nógv vindorka, at tað ofta verður eitt yvirskot av grønari orku, serliga um náttina. Umhvørvisstovan sigur, at elbilar eru væl egnaðir at taka ímóti hesi orkuni, tí teir kunnu løðast um náttina.
Plug-in hybrid bilar, eru bilar, sum partvíst brúka elorku og teir kunnu løðast. Men Umhvørvisstovan vísir á, at teir brúka eisini partvíst olju, og tí eru ein forðing fyri, at vit fáa sum mest burtur úr teirri grønu elskipanini.
Hinvegin kunnu hybridbilar als ikki løðast við grønari orku og í framtíðini verða teir ikki ein partur av teirri grønu elskipanini.
Umhvørvisstovan vísir eisini á, at verðandi skipan, har bilar rinda veggjald, eftir hvussu stórt útlát teir hava, er góð fyri allar bilar, sum koyra langt fyri hvønn litur av brennievni.
Hybridbilar eru ikki munandi dýrari enn vanligir bilar, men tað undranarvert, at teir skulu fáa ein stuðul, sum vanligir bilar, ið eisini koyra langt fyri hvønn litur av olju, ikki fáa, sigur Umhvørvisstovan.
Tískil mælir Umhvørvisstovan til, at hvørki hybridbilar ella plug-in hybridbilar skulu sleppa undan mvg og øðrum avgjøldum til landskassan, og at teir sostatt ikki fáa ein fyrimun fram um vanligar bensinbilar og dieselbilar. Tað er nógv betri er at leggja dent á elbilar og heldur at leingja tíðarskeiðið, har teir sleppa undan avgjøldum, sigur Umhvørvisstovan.