FM1: EB/Streymur arbeiðir miðvíst við at betra seg

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen var gestur í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

##med2##

Tað eru nøkur ár síðani, at EB/Streymur kappaðist í toppinum í føroyskum fótbólti, men tað eru tekin um, at felagið aftur er við at fóta sær. Eftir nøkur ár við upp og niðurflyting, so hevur EB/Streymur við gongdini í fjør, vunnið seg burturúr niðurflytingarstríðnum.

 

Í Fótbóltspanelinum í dag verður tosað um støðuna hjá EB/Streymi, gongdina seinastu tvey árini og hvat er í væntu til komandi kappingarár. Í mun til í fjør, so hevur EB/Streymur fingið nakað av tilgongd, sum ger at liðið sær naka sterkari út, men hvat er málið fyri komandi kappingarár, og koma vit nakrantíð at síggja EB/Streym í toppinum av føroyskum fótbólti aftur?

Hesar spurningarnir svaraði høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen uppá í sendingini Fótbóltspanelið á FM1, ið Tróndur Arge reikaði fyri.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.

(Fótbóltspanelið. Gestur: Jákup Martin Joensen)