14 dystir leikbann fyri at takkla dómaran

Sjónband: Dómarin endaði á sjúkrahúsinum eftir ógvusligu takklingina.

Ein hending í bestu íshokki-deildini í Ungarn hevur loypt hvøkk á íshokkiheimin, har ein leikari hevur takklað ein dómara og nú hevur fingið 14 dystir leikbann.

Tað var í dystinum ímillum FTC Telekom og Újpest hósdagin, at Újpest-leikarin, Kevin Szabad, takklaði dómaran, Ákos Berger.

Ákos Berger misti vitið og varð fluttur á sjúkrahús, har hann raknaði við aftur og hevur fingið staðfest ein ógvusligan heilaskjálvta.

- Eg havi fingið ein álvarsligan heilaskjálvta, men eg slapp tíbetur frá nøkrum broti. Eg vóni at vera aftur á ísinum til endaspælið í mars, sigur Ákos Berger við heimasíðuna hjá Újpest.

Kevin Szabad hevur fingið 14 dystir leikbann fyri takklingina. Ein av orsøkunum er, at hann flutti økslina ímóti dómaranum og harvið ikki royndi at koma sær undan at takkla.

- Tað finst eingin umbering fyri nærkontakt við ein dómara. Ein samanbrestur, tilætlaður ella ikki, skal ikki vera ein partur av hesum ítróttinum. Tað skal ikki henda í íshokki, og tískil fær Kevin Szabad leikbann í 14 dystir, skrivar aganevndin í ungarska íshokkisambandinum í úrskurðinum.

Takklingin sæst á sjónbandinum niðanfyri.

##med2##