Hendan viðgerðin fyribyrgir at fólk verða misbrúkarar

Kanningar aðrastaðni vísa, at heilt nógvir rúsevnamisnýtarar hava ADHD, sigur Bjørg Dam, forkvinna í ADHD felagnum

Tað hevur sera stóran týdning, at okkara ungu fáa røttu viðgerðina og hjálpina fyri at klára at standa ímóti náðileysa rúsinum og gramma seljaranum. Tað sigur Bjørg Dam, forkvinna í ADHD felagnum. Hon staðfestur samstundis, at hagtøl í hinum Norðurlondunum vísa, at umleið triði hvør rúsevnismisnýtari og fimti hvør alkoholikari, hevur ADHD. 

– Tað er dýrabar vitan í stríðnum at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu, og fyri at fáa eina fullfíggjaða og væleydnaða rúsevnisviðgerð, tá skaðin er hendur, sigur hon.

Hon sigur sostatt, at alt bendir uppá, at verður ADHD staðfest tíðliga, so at tey fáa hjálp, er tað besta fyribyrgingin ímóti at børn og ung verða misbrúkarar, ella enda í kriminaliteti.

– ADHD ger, at tey eru í nógv størri vanda at fella fyri freistingunum, tí ein avleiðing av ADHD er, at evnið, dopamin, manglar í heilanum. Rúsevni frígeva stórar nøgdir av dopamini, og tað ger, at umframt rúsin, føla fólk við ADHD, at rúsurin ger teimum væl, tí tey fáa minni órógv, og kenslan av, at vera øðrvísi, og ikki passa inn, minkar.

Men hon sigur, at veikleikin er eisini, at tey, sum hava ADHD, eru stýrd av kenslum og tey handla uttan at hugsa.  Men sleppa tey í viðgerð, læra tey at hugsa um avleiðingar av tí, tey gera, og sostatt læra tey at stýra uttan um skerini í lívinum. Hettar eru nakað, sum onnur læra av sær sjálvum, men tey, sum hava ADHD  muga læra tað við intensivari venjing.

– Við viðgerð ber væl til at fáa børn og ung við ADHD í javnvág, og at styrkja og menna tey, áðrenn tey standa við rúsevnunum í hondini, sigur forkvinnan í felagnum.

Tí mælir hon staðiliga til, at arbeiðsbólkurin, ið skal koma við uppskotum um, hvussu vit fáa bilbukt við rúsevnismisnýtsluna, fer at taka hetta við í sínum tilmælum, sum ein stóran part av tí fyribyrgjandi arbeiðnum.

Tað eru teirra royndir, at tey allarflestu fáa tað nógv betri við teirri viðgerð tey fáa frá ADHD toyminum á psykiatriini. Trupulleikin er, at kapasiteturin er alt, alt ov lítil og tí verður bíðilistin alt ov langur, so er mugu tiltøk setast í verk, beinanvegin. 

– Fyri at fáa bilbukt við rúsevnismisnýtslu, krevst ikki bara fyribyrging og viðgerð, men tað krevst eisini eitt gott samstarv ímillum heilsuverk, almannaverk, fólkaskúlar, miðnámsskúlar, barnavernd, Sernám, kommunur, kriminalforsorg, og annað, men tað samstarvið má byggja á viðurkenning, og eina holla, fakliga vitan um ADHD, sigur Bjørg Dam.