Eitt undur at vit yvirlivdu

– Har sita vit púra still, og eg hoyri Pól siga: “Góði Jesus, hjálp okkum!”, sigur Erla Mortensen um løtuna, tá hon og Pól Johannesen vórðu árend av einum øðrum bili í ógvusligum ferðsluóhappi fyrr í mánaðinum

Mikumorgunin 6. januar var eitt ógvusligt ferðsluóhapp á landsvegnum við Syðrugøtu, har tríggir bilar stoyttu saman orsakað av eini yvirháling. Allir tríggir bilarnir fóru so illa, at teir vórðu vrak.

Í tí eina bilinum sótu Pól Johannesen og Erla Mortensen, sum vóru á veg úr Klaksvík til Nesvíkar. Bæði eru tey í dag takksom fyri, at tey komu frá óhappinum við lívinum.

– Tá vit koyra niðan eftir Syðrugøtu, rennur ein bilur á okkum. Hann kom ongastaðni frá. Eg sá hann ikki, sigur Erla. 

– Knappliga brestur á. Vit sita í bilinum, rútarnir fara og airbagini bresta upp, sigur Pól Johannesen.

##med2##

– Pól sigur, at eg havi skríggjað, men tað minnist eg ikki. Eg minnist royk, knústar rútar og airbag, sum eru brostin upp í krútsterka bilinum hjá Pól, greiðir Erla Mortensen frá.

– Uttanfyri eru nógvir bilar, regn og vindur. Tað er deyðakvirt inni. Vit sita simpulten har – á lívi, sigur Pól Johannesen.

Les longri samrøðunu við Erlu Mortensen og Pól Johannesen í Sosialinum, sum er til keyps í sølubúðum kring alt landið.