- Politikarar á Christiansborg eru ikki í iva um, at amerikanski forsetin, Joe Biden, fer at koma til Grønlands í sínari forsetatíð - og kanska longu tað fyrsta ári av forsetaskeiði sínum.
Tað skrivar Sermitsiaq í dag.
Heimasíðan skrivar, at lítið hevur verið at hoyrt um, hvørjar ætlanir Joe Biden hevur í samband við Arktis, men tey flestu meta, at hann fer at hava líka nógv fokus á Arktis, sum undanmaður hansara, Donald Trump, hevði.
Limurin í Grønlandsnevndini og fyrrverandi uttanríkisráðharrin, Martin Lidegaard, sigur seg vera heilt vísan í, at Joe Biden fer at hava eina vitjan í Grønlandi frammalaga í sínum almanakka.
- Arktis er ovast uppi í trygdarpolitisku skránni í USA, bæði í samband við verjupolitikk, men eisini búskaparliga og við atliti til tilfeingi í økinum. Haraftrat kemur, at amerikanski forsetin er áhugaður í veðurlagnum og vil vera ein stórur veðurlagsprofilur.
Martin Lidegaard vísir á, at øll slík viðurskifti kann Joe Biden seta á dagsskránna við at vitja sínar sameindu og soleiðis gera ein túr til Grønlands saman við danska forsætisráðharranum og grønlendska landsstýrisformanninum.