Vestmanna kommuna er farin í holt við at snøgga um og menna eitt nýtt trivnaðarøki við hylin niðanfyri John´sa handil.
- Tað eru nógv, ið hava varnast hetta, tí longu nú síggjast børn og familjur hugna sær í økinum. Hetta er gleðiligt, tí hóast arbeiðið ikki er liðugt enn, ber væl til at stuttleika sær her.
Sagt verður, at kommunan hevur ruddað steinar, móru, gras og annað, sum hevur lagt seg á gamla sandin gjøgnum árini, og síðan lagt nýggjan, ljósan fjørusand omaná.
- Í vikuni verður vestari parturin eisini ruddaður, og nýggjur sandur verður lagdur á. Eisini vera tvær heingikoyggjur settar upp á sandinum.
Í Vestmanna siga tey, at tað er ógvuliga veðurgott við hylin, og verður økið væntandi ein nýggj perla aftrat í Vestmanna, har bæði børn og vaksin kunnu hugna sær.
Síðst í mai verður farið undir at umvæla mittasta neystið, sum skal hýsa gamla Vestmenningi – elsta 10-mannafarinum í bygdini.
- Seinni í ár er eisini ætlanin at gera eina brúgv har, sum Hórará rennur út á sjógv, so til ber at ganga allan vegin runt um hylin, siga tey í Vestmanna kommunu í dag.











