Vit skulu gera alt, sum stendur í okkara makt fyri at basa trupulleikanum við rúsevnum í Føroyum. Tað er niðurstøðan, bæði hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, og mest sum øllum løgtingslimum.
Løgtingið hevur - enn eina ferð – umrøtt trupulleikarnar við rúsevnum í Føroyum. Hesa ferð var tað Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum reisti málið, tá ið hann vendi sær til landsstýrismannin í heilsumálum og spurdu hann, hvat landsstýrið ætlar at gera við hendan trupulleikan.
Løgtingslimir søgdu, at teir tóku málið í størsta álvara og fleiri av teimum, bæði í samgongu í andstøðu, førdu fram, at sjálvandi skal Løgtingið játta tann pening av, sum tað er neyðugt at játta fyri at basa trupulleikanum, um tað so fer at kosta 10 ella 20 milliónir.
Her hugsaðu tinglimir ikki bara um at styrkja tolleftirlitið, men eisini um at fáa eina miðvísa ætlan á føtur við tí endamáli at fyribyrgja at ungdómar enda í misbrúki.
Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, gjørdi greitt, at hann játtar gleðiliga 10 ella 20 milliónir til endamálið. Hann vísir á, at vit játta fleiri milliónir til at viðgera fólk, sum eru endað í rúsevnatrupulleikum. Men hann heldur, at tað er í skeivum enda, at pengarnir verða brúktir. Hann vil heldur játta pengar til at forða fyri, at fólk enda í einum misbrúki.
Hesum tók landsstýrismaðurin í heilsumálum er púra samdur. Men hansara vón er, at hetta eisini fer at síggjast aftur í einum politiskum vilja til at játta pengar til endamálið. Hann heldur, at Løgtingið skal samtykkja eina eykajáttan til endamálið longu í ár, men í hvussu so er eigur tað at síggjast aftur á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Tí vónar hann ikki, at hann stendur aftur á løgtings røðarapalli um eitt ár, tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt, og verður noyddur at ásanna, at játtan ikki er hækkað nakað serligt.
– Tá er skommin fullkomin og tá skulu vit biðja okkara ungdóm um umbering, segði Kaj Leo Holm Johannesen.
Sjálvur leggur hann stóran dent á at styrkja tolleftirlitið. Hansara áskoðan er, at hvørja ferð, eitt flogfar, ella eitt skip kemur til Føroyar, skulu tollarar og løgregla vera fyri teimum
– Ein tollari skal vera tað fyrsta, sum fólk síggja, tá ið tey koma til Føroya. Tað er nummar eitt, tí tað hevur ein stóran, fyribyrgjandi týdning, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum. Men so heldur hann eisini, at revsing fyri at smugla og selja rúsevni, eigur at verða tvífaldað, tí tað er neyðugt at fara harðliga til verka.
Undir orðaskiftinum førdi Bjørt Samuelsen tingkvinna fyri Tjóðveldi ta sjónarmiðið fram, at vit eiga at umhugsa at seta forboð fyri, at fólk, sum eru dømd fyri rúsevnabrotsverk, sleppa í land í Føroyum yvirhøvur. Tað er eitt sjónarmið, sum bæði Brandur Sandoy og landsstyrismaðurin heilsumálum, fult undir við.
https://www.in.fo/news-detail/news/tey-skulu-ikki-visa-seg-i-foeroyum/?no_cache=1LES MEIRI HER: Tey skulu ikki vísa seg í Føroyum